Skip to main content

Kappin Illugi

 

CCF 18 C

TSB E 140

 

1 Úti sigldu fimtan skip

eina jóla nátt,

gótu ei tann eldin sókt,

ið lugaði hjá flagdum hátt.

 

Snekkjan brúna, sunnan gular vindur á

seglin ovurblá,

mær stóð hugur á vænu moy,

kann eg hana fá.

 

2 Úti sigldu fimtan skip

eina jóla tíð,

gótu ei tann eldin sókt,

ið lugaði í flagda bý.

 

3 Honum gevi eg mínar

gullringar ný,

mær vil søkja tann heita eld,

ið lugar í flagda bý.

 

4 Honum gevi eg øxi mína,

so mína kápu blá,

ið mær vil søkja tann heita eld,

ið lugar flagdum hjá.

 

5 Honum gevi eg øxi mína,

so mína brynju bjarta,

mær vil sløkkja tann heita eld,

ið lugar for mínum hjarta.

 

6 Tað er fult í fimtan ár,

síðan tú sást meg leika:

gívurin mína dóttur tók,

tí beri eg kinnar bleikar.

 

7 Tað er fult í fimtan ár

síðan tú sást, eg ló,

gívurin mína dóttur tók,

tað hitt væna fljóð.

 

8 Hav tú sjálvur øxi tína,

so tínar ringar ný',

eg skal søkja tann heita eld,

sum lugar í flagda bý.

 

9 Hav tú sjálvur øxi tína,

so tína kápu blá,

eg skal søkja tann heita eld,

sum lugar flagdum hjá.

 

10 Hav tú sjálvur øxi tína,

so tína brynju bjarta,

eg skal sløkkja tann heita eld,

sum lugar for tínum hjarta.

 

11 Illugi læt at landi leggja,

gekk frá strondum eina,

tá hann kom í hellið niðan,

tá var gívurin heima.

 

12 Illugi gekk í hellið inn,

myrkt var honum for eygum,

hann sá sita eina grima gívur,

raka í brondum reyðum.

 

13 Svaraði tann hin grima gívur,

hon reistist upp frá eldi:

”hvaðan er hetta køgulsbarn,

her er komið á kveldi.

 

14 ”Kalla meg ikki køgulsbarn,

ei vil eg tað vera;

var eg heima í mínum ríki,

ont mundi eg tær gera.

 

15 Kalla meg ikki køgulsbarn,

ei vil eg so eita;

var eg heima í mínum ríki,

ont mundi eg tær veita.

 

16 Kalla meg kappin Illugi,

tað er mítt rætta navn,

hann, ið kallar meg køgulsbarn,

til ilsku søki eg hann.

 

17 Illugi stendur á hellisgólvi,

hyggur um so víða,

hann sær uppi í sævarsong

sova moy so fríða.

 

18 Tað sær eg á tær, Illugi,

tú hevur hug á vívi;

í nátt skal tú hjá moynni sova,

í morgin láta lívið.

 

19 Tað sær eg á tær Illugi,

tú hevur hug á moy;

í nátt skal tú hjá moynni sova,

í morgin skal tú doy'.

 

20 Illugi fór úr sínum klæðum,

aktaði ikki tað,

hann steig upp í Hildu song

og svav har nætur tvær.

 

21 Illugi fór úr sínum klæðum,

læt ikki á sær síggja,

hann steig upp í Hildu song

og svav har nætur tríggjar.

 

22 Illugi fór úr sínum klæðum,

óttaðist ei fyri deyð';

hann steig upp í Hildu song

og svav har nætur sjey.

 

23 Tað er Hilda kongins dóttir,

tók so sárt at gráta:

tú tarft ikki, Illugi,

at elva teg so kátan.

 

24 Tú tarft ikki, Illugi,

at elva teg so kátan;

nívir hon teg á songarstokk,

lívið mást tú láta.

 

25 Tú tarft ikki, ríka frú,

eftir tí at troyja,

annað hvørt tað letur hon meg

liva ella doyja.

 

26 Tað var Hilda kongins dóttir,

fann upp á tey ráð,

klæddi upp á træbílæti,

legði sær í hjá.

 

27 Gívurin kemur inn árla morgun,

dartar við øxi í hendi,

nívdi hon hann á songarstokk

og brá honum snart úr veldi.

 

28 Illugi fór at læa;

tá gívurin hetta sá,

kastaði aftur í Hildu song

og breiddi omaná.

 

29 Kongurin liggur á skipinum,

leingist honum at bíða,

áðrenn hann sær sína sælu dóttur

niður úr fjalli líða.

 

30 Eg tók Hildu fyri fimtan ár,

konginum illa líkar,

nú skal eg hana heiman gera

við hálvum mínum ríki.

 

31 Eg tók Hildu fyri fimtan ár,

konginum illa tótti,

nú skal eg hana heiman gera,

sum hon var mín dóttir.

 

32 Her siti eg á kistum tveim,

fullar eru við ringar,

tað skal Hilda heiman hava

sær um lodnar fingrar.

 

33 Her siti eg á øðrum tveim,

fullar eru við lín,

tað skal Hilda heiman hava,

fósturdóttir mín.

 

34 Her siti eg á triðju tveim,

fullar eru við skrúður,

tað skal Hilda heiman hava,

tá hon verður brúður.

 

35 Kongurin liggur á skipinum,

leingist honum at bíða:

nú sær hann sína sælu dóttur

niður úr fjalli líða.

 

36 Nú sær hann sína sælu dóttur

niður úr fjalli líða,

fimtan sær hann smátrøllini

eftir henni skríða.

 

37 Tað var tann hin grima gívur,

tung vóru hennara mein,

fylgdi síni fósturdóttur

ytst á flóðarstein.

 

38 Upp leyp ein af kongins monnum,

gívrina vildi skjóta,

Illugi leyp í fremra stavn,

hann var ei seinur til fóta.

 

39 Illugi leyp í fremra stavn,

til fóta var hann ei sein':

hann skal harðan deyða tola,

gívrini vinnur mein.

 

40 Far væl Hilda kongins dóttir

við tí gullinum reyða,

eg skal aftur í helli mítt

at syrgja meg til deyða.

 

CCF 18 C

TSB E 140

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder II”, 1855

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske Kvæder II”, 1855 s. 33

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 433.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 6. bind, s. 191

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909), Sandavági 1855.