Page 53 - vinur minir end 2 red

This is a SEO version of vinur minir end 2 red. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Takk fyri tryggan
náttarblund.
Gud mín, Gud mín,
hví fórt tú frá mær?
Góði Gud!
Takk fyri skúladag mín.
Tað er so spennandi og stuttligt at
læra at lesa og skriva og alt hitt, vit
skulu læra. Takk fyri skúlafelagar
mínar. Hjálp mær at vera góður
við allar og ikki at happa nakran.
Góði Gud, takk fyri at vit eisini
koma at læra um teg í skúlanum.
Í Jesu navni, amen.
Góði Gud!
Takk fyri, at eg kann biðja teg um
vísdóm at kenna teg og vegir tínar.
Í tínum ríki er alt øðrvísi, enn vit
kenna tað her á jørð. Gud, tú hugsar
ikki sum eg.
Takk, góði Gud, at tú í Bíbliuni
lovar, at vit kunnu biðja teg um alt.
Í Jesu navni, amen.
Góði Gud!
Takk, at eg kanska í dag fari at fáa ein nýggjan vin.
Takk, at eg kann møta vinum í tínum navni.
Hjálp mær at vísa títt sinnalag.
Hjálp mær at vinna ein vin fyri teg í dag.
Lat meg ikki styggja nakran burtur frá tær.
Takk fyri, at tú ert mín besti vinur.
Í Jesu navni, amen −
Men, hvussu
skal eg biðja?
51