Page 52 - vinur minir end 2 red

This is a SEO version of vinur minir end 2 red. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Gud, sum børnum góður er,
eg eri lítil, o, hjá mær ver!
Hvar eg ferðist í heimsins londum,
eydnan er í tínum hondum;
eydnan kemur, eydnan fer,
tú vár faðir altíð er.
Jesus góði, ver tú mín,
Jesus, lat meg vera tín,
ver tú alt, eg líti á;
einki meir mær tørvar tá.
Faðir, hevði tú viljað tikið hesa
skál frá mær! Men verði tó ikki
mín vilji, men tín!
Takk fyri sólina, mánan og stjørnurnar,
sum lýsa okkum veg.
Góði Gud!
Eg takki tær fyri føðiland mítt, Føroyar.
Vælsigna og varðveit tað, so tað altíð má
vera eitt gott land at búgva í.
O, Jesus, lær tú meg
at ganga kærleiksveg,
so alt, sum eg skal gera,
í kærleika kann vera.
At liva tær til æru
tín kærleiki meg læri!
Aðrar bønir
50