Page 18 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
84
TÍÐIN EFTIR KRÍGGIÐ
langt inni í Eysturtýsklandi og fekk veitingar
úr vesturheiminum. Fyri at órógva samskiftið
við vesturheimin steðgaði Sovjetsamveldið í
1948 knappliga øllum sambandi, uttan fogsam-
bandinum. Avbyrgingarnar vardu í næstan eitt ár.
Hesa tíðina fngu íbúgvarnir í Berlin veitingar við
eini “luftbrúgv”. Amerikonsk farmafogfør fugu
aftur og fram við mati, heilivági o.ø. til Berlin.
Orsøkin til hesi tiltøk var, at Stalin vildi forða
fyri, at vestanveldini gjørdu Vesturtýskland til
eitt sjálvstøðugt ríki. Men taktikkur hansara
miseydnaðist, og stongsilin helt uppat. Í 1949 vórðu
tey bæði sjálvstøðugu ríkini Vesturtýskland, BRD,
og Eysturtýskland, DDR, stovnað.
stuðlaði Norðurkorea. Í trygdarráðnum í ST varð
Norðurkorea mett at vera tað landið, sum leyp á, og
ST sendi herdeildir (mest amerikanskar) fyri at reka
norðurkoreanar út og endurskapa frið í landinum.
Bardagarnir vardu harafturímóti sína tíð, og eitt
skifti bóru fólk ótta fyri, at okkurt av londunum
fór at brúka atomvápn fyri at fáa eina avgerð. Ikki
fyrr enn í 1953 vórðu partarnir samdir um eina
friðarlinju við 38. breiddarstig, men Korea er enn
býtt sundur í tvey, og Norðurkorea er enn eitt
avbyrgt, kommunistiskt einræði.
Luftbrúgvin til Vesturberlin í 1948.