Page 19 - Nám - skeiðsfaldari 2012-2013

This is a SEO version of Nám - skeiðsfaldari 2012-2013. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
TÍÐIN EFTIR KRÍGGIÐ
85
Sovjetskir stríðsvognar koyra inn í Prag í 1968.
Eysturevropa ger uppreistur.
Hóast avbyrg-
ingina handan jarntjaldið vistu fólkini har, at
tey í tí fólkaræðisliga Vesturevropa høvdu fngið
tað nógv betri eftir kríggið. Tey skiltu so við og
við, at Sovjetsamveldið tók alt tað frá teimum,
sum tey høvdu vunnið, meira enn virðið av allari
Marshallhjálpini til Vesturevropa. Og tað argaði
fólk, at ein stórur partur av hesum ríkidømi fór til
vápnaídnaðin í Sovjetsamveldinum.
Í 1953 var uppreistur í Eysturtýsklandi og í
Póllandi og Ungarn í 1956. Uppreistrarnir vórðu
niðurbardir av sovjetskum herdeildum, og um
stuttbylgjusendarar hoyrdist, hvussu ungarskir
radioamatørar, frá sær sjálvum, róptu eftir hjálp
frá vestanveldunum. Men vestanveldini vildu ikki
vága ein triðja heimsbardaga. Nógvir ungarar
fýddu úr landinum.
Í 1968 royndi Kekkoslovakia at fnna sín egna
veg til kommunismuna. “Ein sosialisma við
menniskjaligum andliti”, varð hon rópt. Har fekk
fólkið skrivi- og talufrælsi. Men so nógv frælsi
vildu sovjetsku leiðararnir ikki loyva teimum.
Fylgjurnar kundu verða feiri uppreistrar, og at
valdið hjá Sovjetsamveldinum fór at minka í
Eysturevropa. Tí koyrdu sovjetskir stríðsvognar
knappliga inn í Prag. Fólkið mótmælti í gøtunum,
men harðræðið sigraði enn eina ferð.
Berlinmúrurin, 1961.
Síðan 1947 vóru 2,7
milliónir eysturtýskarar fýddir vesturum. Tað
einfaldasta var at fara til Eysturberlin og haðan
sníkja seg inn í Vesturberlin. Fyri at steðga hesari
ferðslu bygdu eysturtýsku myndugleikarnir ein
øgiligan múr, Berlinmúrin, sum gjørdist sjálv
ímyndin av tí kalda krígnum. Hann varð rivin
niður í 1989.
Kubakreppan, 1962,
var ein tann vandamesti
samanbresturin millum heimsveldini (s. 87-88).
Vjetnamkríggið, 1957–75
,
vísti, at eitt
menningarland við geriljakríggi og úthaldni
kundi geva tí tøkniliga nógv sterkara heims-
veldinum USA ein skarpan gang (s. 89-90).
1
Lýs, hvussu Evropa varð býtt sundur eftir seinna
heimsbardaga.
2
Greið frá hugtakinum “kalda kríggið”.
3
Hvat var Truman-doktrinin?
4
Nær og hví vóru NATO- og Warszawa-sáttmálarnir
gjørdir?
5
Hvat verður meint við kappdubbing og hernaðarliga
stórveldajavnvág?
6
Hví var tað so trupult hjá ST at hava megi til at gera
vart við seg undir kalda krígnum?
7
Í hvørjum ST-felagsskapum hava Føroyar atlimaskap?
Hvør av hesum felagsskapum heldur tú hevur størst
týdning fyri Føroyar? Hví?