Page 18 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
72
NÝGGJ RÍKI OG HEIMSVELDI
Í 1800-talinum og nakað inn í
1900-talið høvdu bretar ræði á
heimsins størsta
heimsveldi
. Við
krýningarhátíðarhaldið í 1901
verður bretski kongurin, Edvard 7.,
heiðraður av heryvirmonnum úr
øllum heimsins hornum.
og heimsveldi
E
ftir fall Napoleons í 1815 fóru f leiri av fólkasløgunum í Evropa
at leingjast eftir at verða savnað í sjálvstøðugar tjóðir, frælsar frá
fremmandum og einræðisligum valdsharrum. Henda frælsisrørslan
varð rópt tjóðskaparrørsla ella
nationalisma
og fekk herrópið “Eitt
fólk – ein tjóð”. Ein tjóð er eitt fólk, sum hevur mál, átrúnað, søgu og
siðvenju –
traditión
– til felags.
Tjóðskaparrørslan varð eisini ein mentanarlig rørsla. Tann mentaði
yvirklassin fekk áhuga fyri mentanini og søguni hjá sínum egna fólki.
Ævintýr, sangir, skaldsøgur og yrkingar á egnum máli vórðu væl
umtókt.
Í Norðurlondum kom
skandinavisman
, ein rørsla sum vildi, at
Danmark, Noreg og Svøríki skuldu leggjast saman í eitt ríki.
Síðst 1800-talinum var Evropa einasti ídnaðargjørdi heimsparturin.
Og ídnaðinum nýttist bíligar rávørur fyri at løna seg. Tí byrjaðu tey
leiðandi ídnaðarríkini eina kapprenning um hinar heimspartarnar.
Tað snúði seg partvíst um at útvega sær rávørur, og partvíst um at
finna marknaðir, har teirra ídnaðarvørur kundu verða seldar. Við
valdi og vápnum gjørdu evropearar seg til harrar yvir stórum pørtum
av heiminum. Síðani kom ein eirindaleys menning, sum gjørdi teir
evropeisku handilsmenninar uppaftur ríkari. Hesin háttur at taka
sær vald og gera sær dælt av øðrum londum og fólkum, verður róptur
heimsveldisstevna –
imperialisma
. Tað, sum hendi tá, er ein av útlegg-
ingunum, um hví tað enn eru so mong menningarlond.
Tjóðskaparrørslan
Garibaldi sameinir italar
Sameiningin av Italia byrjaði norðanfyri við einum kríggi millum
Sardinia og Eysturríki. Eftir kríggið mátti Eysturríki lata eitt landøki
við italskum íbúgvum frá sær.
Árið eftir gjørdi fólkið í Miðitalia uppreistur og sameindist við
Sardinia. Sama ár fríaði ævintýrarin og hermaðurin
Giuseppe Garibaldi
Italia og oynna Sicilia. Nú var mestsum alt Italia gjørt frælst frá
fremmandu harrum sínum, og kongurin í Sardinia,
Viktor Emanuel
,
varð útnevndur til fyrsta kong í Italia.