Page 17 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
EVROPA BROYTIST
69
Bretski staturin kom við lógummóti teirri ringastu
neyðini í 1830-árunum. Fyrstu lógirnar vendu
sær móti bummullsídnaðinum. Fylgjandi brot um
arbeiðsviðurskiftini í kolanámunum eru at finna í
einum áliti frá eini statsligari kanningarnevnd,
English
Life in the 19th Century
, frá 1842.
Soleiðis skrivar ein umboðsmaður fyri stjórnina
Í fleiri námum brúka tey børn at lata upp sveiggjhurðar,
sum vórðu settar upp í námsgongdunum. Hurðaopn-
arin situr í einum innviki í vegginum aftan fyri hvørja
hurð og heldur í eitt snøri, sum er bundið í hurðina. Tá
hann hoyrir ein kolavogn koma, togar hann í snørið
og letur so hurðina upp. Tá vognurin er farin framvið,
sleppir hann, og hurðin dettur upp á pláss av egnu
tyngd síni.
Hesir hurðaopnarar hava einki at gera, men av tí at
teir skulu verða har alla tíðina, meðan arbeitt verður,
ber tað í sær, at teir ofta eru noyddir at sita í innviki
sínum í tólv tímar ella meira um dagin. Teir sita í myrkri,
ofta í slavnari luft, og altíð í trekki. Tað er óunniligt at
hugsa um, hvussu langliga og fongsulslíknandi tilveru
hesi smábørn eru dømd til – eitt lív í einsemi, slavnari
luft og myrkri.
Ellison Jack, ellivu ára gomul genta, kolberi
Eg havi arbeitt her niðri í trý ár. Pápi mín tekur meg
niður klokkan tvey á morgni, og eg
komi upp aftur klokkan eitt ella tvey
seinnapartin. Eg leggi meg klokkan
seks um kvøldið fyri at verða til reiðar
at arbeiða morgunin eftir. Eg má bera
mínar kolbyrðar upp gjøgnum fýra
høgar trappur ella stigar, áðrenn eg
komi fram til høvuðsinngongdina. Eg
skal fylla fimm tunnur av koli um dagin,
og við hvørt verði eg flongd, tá eg ikki
havi klárað tað.
John Saville, sjey ára gamal drongur,
hurðaopnari
Eg standi og lati hurðina upp og aftur. Vanliga er tað
heilt myrkt, og eg siti aftan fyri hurðina. Eg eri niðri í
náminum í 12 tímar í senn. Eg síggi ongantíð dagsljósið,
uttan sunnudagar. Ein dagin sovnaði eg, og tá koyrdi
ein vognur yvir fót mín, so eg fekk ilt í hann.
Sarah Gooder, átta ára gomul genta,
hurðaopnari
Eg eri hurðaopnari í einum námi. Eg má arbeiða uttan
ljós og eri bangin. Eg byrji klokkan fýra og viðhvørt
hálvgum fýra ummorgunin, og komi upp aftur klokkan
fimm ella hálvgum seks seinnapartin. Eg sovi ongantíð.
Við hvørt syngi eg, tá eg havi eitt ljós, men ikki í myrkri.
1
Hví heldur tú, at tey settu børn at arbeiða í nám-
um og á verksmiðjum?
2
Fortel um okkurt av børnunum. Lýs, hvar tey
kunnu hava búð, hvussu familjur teirra sóu út,
hvat tey ótu. Hvussu tey hugsaðu og kendu seg.
Brúka kunnleika tín um lívið í ídnaðarstøðum í
Onglandi fyri 150-200 árum síðani.
3
Hvat endamál heldur tú, at kanningarálitið hevði?
Hvør vann upp á upplýsingarnar, um at barnaarb-
eiðið í námunum fór at verða kent? Hvør misti
upp á tað?