Page 16 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
68
EVROPA BROYTIST
“Asking for more?” rópar fyristøðumaðurin. Oliver var júst
komin til fátækraheimið fyri børn og helt, at hann kundi fáa
eitt sindur av greyti afturat, um hann ikki var vorðin mettur.
Hvussu reagera hini í matarsalinum, tá kann kemur fram við
skál síni?
Søgan fer fram í London í 1830-árunum. Tann neyðars
drongurin er Oliver Twist, sum er høvuðspersónurin í
skaldsøguni hjá
Charles Dickens
við sama navni.
Tá var Bretland heimsins fremsta ídnaðarland. Meira
enn ein millión fólk búðu í London. Lønirnar vóru so
lágar, at øll í eini familju noyddust at arbeiða, eisini 9-10
ára gomul børn. Arbeiðstíðin var long – 12-14 tímar.
Nógv børn noyddust at klára seg sjálvi, og summi viltust
í stórbýarmeldrinum.
Oliver var foreldraleysur. Hann endar í einum
fátækrahúsi fyri børn, har fyristøðukvinnan tekur sam-
sýningina, keypir rúsdrekka fyri peningin, so børnini fáa
hungurskost.
Oliver rýmir og verður rændur av einum tjóvaliði,
sum noyðir hann at verða lummatjóv. Tá hann heldur,
at tað hevur eydnast honum at rýma frá tjóvaliðinum,
fær henda gentan eyga á hann. Hon arbeiðir fyri liðið
og finnur upp á eina søgu um “mammu og pápa”, fyri
at fólk, sum savnast rundan um tey, skulu hjálpa henni.
Eygnavitni siga frá
Rithøvundurin, Charles Dickens, noyddist sjálvur at
byrja at arbeiða, tá faðir hansara varð settur í geglið.
Dickens var bert 12 ár, tá hann noyddist at stríðast 12
tímar um dagin á eini skósvertuverksmiðju.
Tann 12 ára gamli hevði ongastaðni at búgva, reik-
aði á gøtunum í London, sá og lærdi. Hann sá kvinnur
og ungar gentur, sum livdu av skøkjulevnaði. Hann
sá smádreingir, sum lærdu seg at verða meistarar í at
stinga hondina niður í lummarnar hjá borgarunum og
stjala.
– Slepp mær! Lat meg vera!
Oliver berjist ímóti, men gentan er avgjørd.
– Kom nú við! Mamma og pápi eru bangin.
Gentan hálar og dregur hann.
– Oys, eg havi eingi foreldur …
Oliver roynir at greiða frá. Fólk savnast á
gøtuni. Hvat hendir?
– Tú tín … Tú rýmdi, fórst saman við
tjóvum og øðrum svínhundum. Mamma tín er
fyri ongum!
Hann sá lið arbeiða allastaðni. Á odda fyri teimum
stóðu vaksnir brotsmenn, sum brúktu smábørn bæði
til eitt og annað. Liðini høvdu býtt London sínámillum.
Gud náði tann, sum arbeiddi á økinum hjá einum
øðrum liði!
Einki slapp undan hvassa eygnabrái Dickens. Trongar,
skitnar og stinkandi gøtur í arbeiðarabýlingunum.
Snorut børn krupu út og inn í húsini. Í hvørjum býlingi
var minst eitt vertshús, altíð fult av fólki. Har inni hoyrd-
ust menn, sum flentu, róptu og bardust. Tað var ein
hørð tilvera.
Øll stríddust móti øllum
Liberalisman hevði skapað eitt samfelag við kapping,
har øll stríddust móti øllum. Tey, sum vóru sterk og
dugnalig, kláraðu seg, onnur vóru í vanda fyri ongantíð
at fóta sær. Hetta var galdandi fyri fólk, fyritøkur,
ja eisini fyri heili lond. Tað ber til at siga, at tað, sum
Dickens lýsti, var rangan á liberalismuni.
»
«