Page 7 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
HVAT ER SØGA
7
1
Greið frá hesum orðum
og hugtøkum: vísindi,
søguligar keldur,
keldukritikkur.
2
Hugsa um og skift orð um:
Hvørjar spurningar vilja vit
hava svaraðar, tá vit fáast
við søgu? Hvør er munurin
á søgu og søgum?
3
Hvørjar hendingar, sum
kunnu nevnast søguligar,
eru hendar í teirri tíð, tú
hevur livað?
4
Ger eina tíðarlinju og
viðmerk týdningarmiklar
hendingar í tínum egna
lívi (ella hjá familjuni) við
stuttum viðmerkingum.
• Leivdir – restir av menniskjaligum lívi, t.d. búpláss úr steinøldini,
sum fornfrøðingar grava út. Gomul skipsvrak eru eisini leivdir.
• Skrivaðar keldur – brøv, dagbøkur, protokollir o.a. Myndir, filmar
og tónleikainnspælingar hoyra eisini upp í keldurnar.
Tað er ikki nógmikið at hava bert eina keldu fyri at koma at sannleikanum.
Granskarar mugu bera saman f leiri ymiskar keldur og kanna eftir, um
tær eru sannar ella falskar, t.v.s. ikki eftirfarandi. Hetta arbeiði nevnist
keldukritikkur, og tað er týdningarmikið, at søgugranskarar læra tað væl
og virðiliga.
Skriva tína egnu søgu
Tú ert sjálv/ur ein partur av søguni. Næstan alt, sum tú gert og leggur eftir
teg, setur eisini síni spor í søguna. Tínar gomlu leikur, sum kanska liggja
í einum kassa uppi á ovastalofti, eru leivdir, sum siga nakað um teg og ta
tíð, tú livdi í. Tað finst nógv og spennandi søga rundan um teg. Hygg í
myndabókina, brúka upptøkutól og tak upp samrøður við foreldur tíni og
ommu og abba tín og so framvegis.
Einaferð í framtíðini verður tað títt tørn at siga frá, at lata minni og
gamlar lutir til næsta ættarlið. Blaka tí ikki brøv og gamlar dagbøkur
burtur, men savna, tak myndir og skriva niður. Tá gert tú títt íkast til stóra
putlispælið hjá søgufólkunum, og tín lutur verður ein virðismikil kelda til
okkara felags søgu.
Heimssoega_1_inngangur.indd 7
8/7/1