Page 22 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
100
1500-talIÐ
– Kanningarferðirnar og siðaskiftið
T
ríggjar stórhendingar í 1500-talinum komu at broyta heimin fyri
alla framtíð:
Stóru kanningarferðirnar
– uppdagingin av Amerika, sjóleiðin til India
og tann fyrsta heimsumsiglingin.
Prentlistin
– í staðin fyri at skriva bøkur við hond varð farið at prenta
bøkur og bløð. Nýggjar hugsjónir breiddu seg, og fólk, sum dugdu at lesa,
gjørdust atfinningarsom móti teirri katólsku kirkjuni. Vísindamenninir
byrjaðu at gera seg frælsar frá eftirliti kirkjunnar.
Siðaskiftið,
eisini nevnt trúbótin – kirkjan syndraðist enn eina ferð og
varð býtt í ein katólskan og ein protestantiskan part. Pávin byrjaði eina
móttrúbót, men misti kortini valdið á kirkjuni í Norðurevropa. Í f leiri
londum fóru fram innanhýsiskríggj millum ymiskar átrúnaðarligar
bólkar, m.a. í Týsklandi, Fraklandi og Onglandi.
Stóru kanningarferðirnar
Móti endanum av miðøldini høvdu turkar skapað eitt nýtt stórveldi,
Osmannaríkið
. Bita fyri bita tóku teir tað Bysantiska ríkið, og í 1453
tóku teir eisini høvuðsstaðin Konstantinopel. Hetta var endin á tí gamla
Eysturrómverska ríkinum.
Turkar stongdu karavanuvegirnar úr Evropa til India og Kina. Nú
vóru evropearar noyddir at fara út á tey stóru heimshøvini fyri at kunna
reka handil við India og onnur lond í eysturlondum.
So byrjaði tíðin við teimum stóru landafrøðiligu kanningarferðunum.
Djarvir sjófarar gjørdu langar ferðir út í tað ókenda, eins og rúmdarferðir
verða gjørdar í okkara tíð.
Ætlaði sær til India – men kom til Amerika!
Kristoffur Kolumbus
var ein sjófari úr Genova í Italia. Hann hevði lært
seg, at jørðin var rund og ikki f løt, sum nógv hildu í hesi tíð. Tá mátti
mann koma til India, um siglt var í ein beinan vestan á Atlantshavinum,
helt hann. Tað eydnaðist Kolumbusi at yvirtala ta sponsku drotningina
Isabellu
til at satsa upp á eina slíka rannsóknarferð. Í 1492 byrjaði hann
ferð sína við skipinum Santa Maria og tveimum øðrum skipum.
Við nýggja kunnleika sínum í
landalæru og sigling droymdu
evropearar um at verða heims­
ins harrar. Á hesi myndini frá
1600-talinum síggjast nógv av
teimum hjálparamboðum, sum
kravdust fyri at kunna finna
fram leiðina á høvunum, m.a.
globus, sjókort, landkort og
stjørnukort. Á borðinum liggur
eisini tólið astrolabium, ið var
brúkt til at máta rørslurnar á
himinknøttunum.
Heimssoega_1_dd.indd 100
8/7/1