Page 21 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Miðøld – umlEIÐ 500–1500
95
Norðbúgvar verða kristnir
Tey tvey hundrað árini, víkingatíðin vardi, royndu
f leiri trúboðarar at umvenda norðbúgvar til kristna
trúgv. Tey fólkini, sum høvdu verið úti fyri vík­inga­
álopum, vónaðu, at kristnitrúgvin fór at gera vík­ing­
arnar friðarligari.
At vitja norðbúgvar og royna at læra teir um Gud
var ein vandamikil uppgáva. Nógvir trúboðarar vórðu
rænd­ir og dripnir, longu áðrenn teir høvdu fingið
høvi at siga, hví teir komu. Men um ár 1000 lótu
teir fyrstu norðbúgvar seg doypa. Kongarnir noyddu
síð­ani fólk­ið at doypa seg. Tað gingu tó eini 100 ár,
áðrenn kristni­trúgvin rættiliga kom undan.
Íslendingar høvdu ongan kong og stýrdu sær sjálv­
um. Tær mætastu familjurnar savnaðust á
Altingi
fyri
at taka avgerðir um týdningarmikil mál. Um ár 1000
varð avgjørt, at íslendingar skuldu verða kristnir.
Sam­bært Føringasøgu kristnaði
Sigmundur Brestisson
Før­oy­ar umleið somu tí, tá hann boðaði kristnitrúnna
á
løg­tingi
.
Føroyska tingið
Í 1035 koma Føroyar undir Noreg, og skulu gjalda
kongi skatt.
So langt aftur í tíðina sum keldurnar loyva okkum,
sæst, at føroyingar hava hildið ting. Fyrsta tingið var
alting, ið var bæði lóggevandiog dømandi. Útinnandi
vald var ikki til í elstu tíðum. Um 1275 verður norska
Landslógin sett í gildi í Føroyum, eftir hetta hevði
løgtingið dómsvald. Lóggávuvald og útinnandi vald
legði kongur undir seg.
Danska Eystarasaltsveldið
Fyrsti erkibiskupurin í Norðurlondum hevði sæti í
bý­num Lund í Skáni, sum hoyrdi til Danmark. Har
var eisini myntverkið hjá danska konginum.
Í 1100-talinum hevði Danmark tveir frágera
kong­ar,
Valdimar Mikli
og sonur hansara
Valdimar
Sig­ur
. Teir báðir skaptu eitt danskt Eystarasaltsveldi.
Erki­bi­skup­ur­in
Absalon
leiddi krossferðirnar fram
Norðurlond í miðøld. Pílarnir vísa svenskar og danskar “kross­
ferðir” fyri at umvenda onnur fólkasløg til kristindómin, hóast
talan mest var um hertøkur. Danmark misti tað hertikna, men
Svøríki varðveitti Finnland heilt fram til 1809.
Oslo
Stokkhólmur
Åbo
Tallinn
Visby
S V Ø R Í K I
D A N M A R K
N O R E G
Estland
Land vendanna
Donsk
krossferð
Svensk
krossferð
Keypmannahavn
við Eyst­ara­salti fyri at steðga sjórænarum og fyri at
vinna herfong.
Tær donsku landtøkurnar breiddu seg so við og
við heilt til Estlands.
Í 1100-talinum læt Absalon byggja eina borg við
Oyr­ar­sund. Tað var byrjanin til
Keypmannahavn
,
sum seinni varð høvuðsstaður Danmarkar.
Fyrsta kongssalvingin í Norðurlondum
Fram til 1163 høvdu allir kongssynir – føddir í og
uttan fyri hjúnalag – rætt at gerast kongar í Noregi,
bert teir vóru tiknir til kongs á einum
hyln­istingi
.
Kong­ur varð sostatt valdur til kongs av monnum,
t.e. bónd­un­um í landinum. Í 1163 fær Noreg, við
fyrstu
kongs­salv­ingini,
nýggja stjórnarskipan.
Magnus
Erlings­son,
sum ikki var kongssonur, verður fyrsti
kong­ur í Norð­ur­londum, ið ikki varð tikin til kongs
á einum hylnistingi, men í staðin fekk kongstign
sína frá Gudi gjøgnum kirkjuna.
Heimssoega_1_dd.indd 95
8/7/1