Page 19 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Miðøld – umlEIÐ 500–1500
93
Samstundis í Norðurlondum
Í víkingatíðini
Í eini bygd vóru nakrir fáir garðar. Familjurnar í bygdini vóru ofta í
ætt við hvør aðra.
Ættin
var týdningarmikil fyri tryggleikan. Limirnir
í ættini stóðu saman. Teir tóku sær av teimum gomlu og sjúku og hildu
saman móti fíggindum uttaneftir. Ein ríkur bóndi, sum hevði ráð til
nógvar krígsmenn, kundi gera seg til høvding og ráddi ofta yvir f leiri
bygdum.
Bygdarfólkið bygdi sjálv hús síni og bátar sínar. Í bygdarsmiðjuni vóru
vápn og amboð smíðað, men tey útvegaðu sær eisini lutir við býtishandli.
Tey livdu av jarðarbrúki, veiðu og fiskiskapi.
Tá húsbóndin var á víkingaferð, var tað húsmóðirin, sum ráddi á
garð­in­um. Hon ansaði eftir, at øll arbeiddu. Kornskurðurin skuldi bjarg­
ast, og vetrargoymslurnar av korni, hálmi, berum og turkaðum fiski
skuldu fáast til høldar. Um veturin býtti hon matin nágreiniliga, annars
svølt­aðu bæði menniskju og dýr. Hon skuldi eisini síggja til, at tað vóru
klæði til øll. Kvinnurnar á gørðunum spunnu og vóvu ullint klæði á vevi
sínum.
Trælirnir
Eftir eina víkingaferð kundi húsbóndin koma heim við trælum, sum
hann hevði keypt ella rænt. Trælirnir vóru fyri tað mesta settir til tað
tunga jarð­ar­brúksarbeiðið. Tað hendi seg eisini, at ein frælsur maður
varð trælur fyri at gjalda skuld ella fyri at verða forsyrgdur. Virðið á ein­
um træli var tað sama sum á tveimum oksum.
Teir mongu gudarnir
Eins og grikkar og rómverjar høvdu norðbúgvar f leiri gudar, sum teir
ofraðu til. Tað helst týdningarmesta offrið var
miðvetrarblótið
, tá bæði
dýr og trælir kundu ofrast til gudarnar. Jólahaldið í dag er partvíst eisini
ein arvur frá víkingatíðini. Teir týdningarmestu gudarnir vóru
Óðin
,
Froyur
og
Tórur
. Harumframt trúðu norðbúgvar uppá, at
veittrar
,
trøll
og aðrar undarligar verur kundu hava sína ávirkan á mannalívið.
Óðin var krígsgudur og gudur vísdómsins. Djarvir krígsmenn komu
til hansara stóra garð
Valhøll
, tá teir doyðu.
Froyur
var fruktbarisgudurin og helst tann týdningarmesti av teimum
øllum. Froyur gav góðan skurð og nógvar kálvar og smágrísar. Hann var
bróðir
Froyu
, sum var kærleikans gudinna og ráddi yvir lívi og deyða.
Bronsusmámyndir av gudunum Froyi
og Froyu, tveir av teimummongu
gudunum hjá víkingunum, sum fólk
bóðu og ofraðu til. Froyur var gudur
fyri fruktbari, og Froya var kærleikans
gudinna.
Heimssoega_1_dd.indd 93
8/7/1