Page 18 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
92
MiðølD – umlEIÐ 500–1500
Mongolar vóru dugnaligir hermenn, sum altíð bardust á
hestbaki. Herar teirra kundu vera upp til 10.000 reiðmenn, sum
skjótt riðu frá einum hermóti til annað.
Mongolveldið vaks skjótt í
1200-talinum. Gylta harkaliðið hevði
valdið í Russlandi í 250 ár.
Novgorod
Moskva
Kiev
Konstantinopel
Róm
Mongolveldið
Gylta harkaliðið
Russland ogmongolar
Fyrst í 1200-talinum varð Russland herjað av
mongol­
um
, eitt asiatiskt fólkaslag, sum hoyrdi til í markna­
økinum móti Kina. Leiðari teirra var
Djengis Khan
.
Undir Djengis Khan, synum hansara og abba­syn­un­
um hertóku teir stórar partar av Asia, Russlandi og
komu eitt stutt bil líka at Eystarasalti.
Men hetta øgiliga veldið datt skjótt sundur í minni
partar, millum annað
Gylta harkaliðið
, sum fevndi
um á leið tað, sum er Russland í dag. Í 250 ár vóru
russar noyddir at gjalda nógvan skatt til mongol­høvd­
ingarnar.
Ivan 3. – Fyrsti keisarin í Russlandi
Í 1400-talinum syndraðist Gylta harkaliðið, og tað eydnaðist stór­fúrst­
an­um í Moskva at sameina russararnar og reka burtur mongolarnar.
Moskva varð høvuðsstaður, og
Ivan 3
. læt byggja eitt veldugt verndarvirki
kring býin,
Kremlmúrin
, sum enn er til í dag.
Í mongoltíðini helt sambandið við Vesturevropa uppat. Russland varð
av­byrgt frá hinum partinum av Evropa og varð verandi fátækt
og undirment. Tann griksk-ortodoksa kirkjan vendi eisini
vesturlondum bakið, so øll nýggj hugskot, sum komu
haðani, vórðu steðgað. Russland var afturlatið til
langt inn í 1700-talið.
Heimssoega_1_dd.indd 92
8/7/1