Page 81 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Islam
Eg eiti Mahmood. Eg eri muslim. Muslimar trúgva á
ein Gud, sum eitur Allah. Tey trúgva, at Allah hevur
talað við menniskjuni ígjøgnum profetin Muhammed,
ein maður, sum livdi í Arabia fyri 1400 árum síðani. Tað,
sum Allah hevur talað, stendur í heilagu bókini, sum
verður kallað Koranin. Muslimsk børn verða lærd at lesa
í Koranini og siga brot úr henni.
Buddhisma
Eg eiti Lobsang. Eg eri buddhist. Buddhistar hava
ongan gud. Teir fylgja læruni hjá Buddah. Buddah livdi
fyri 2500 árum síðani. Hann ferðaðist víða og segði
menniskjum frá, at pína og líðing kemur av sjálvsøkni.
­Budhistar skulu royna at vera góður í øllum, teir gera,
hugsa og siga. Meditatión hjálpir teimum at vera góðir.
Tá ið teir meditera, sita teir púra stillir og royna at fylla
sinnið við heilagum hugsanum.
Hinduisma
Eg eiti Sita. Eg eri hindu. Hinduistar tilbiðja ymiskar
gudar. Teir trúgva, at teir verða føddir aftur í einum
­nýggjum kroppi, tá ið teir doyggja. Um onkur hevur
verið ein gudur, verður nýggja lívið betri enn tað gamla.
Men um teir hava verið óndir við onnur, fáa teir eitt verri
lív í næsta lívinum. Hinduistar hava eitt altar heima, har
teir kunnu biðja, men teir kunnu eisini fara í templið at
biðja.
7
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 79
21-06-1