Page 80 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Trúgv
Kristindómurin
Hey! Eg eiti Rannvá! Eg eri kristin. Tey kristnu liva eftir
Jesu fyrimynd. Hann livdi fyri 2000 árum síðani. Kristin
trúgva, at Jesus var sonur Guds. Bíblian er heilaga bókin,
sum sigur søguna um Jesus, sum varð føddur, doyði á
einum krossi og reis upp frá teimum deyðu triðja dagin,
tá ið hann fóru upp til himmals at vera saman við Gudi.
Jesus lærdi, at Gud er góður og fyrigevur menniskjunum.
Sunnudag fara mong kristin í kirkju ella samkomu at
hoyra um Jesus og at biðja.
Jødadómurin
Eg eiti Eli! Eg eri jødi. Jødar trúgva á ein Gud. Teir
­trúgva, at Gud fyri feiri túsund árum síðani gjørdi
ein sáttmála við teir, at teir skuldu vera útvalda fólkið.
­Afturfyri skuldu teir halda lógirnar. Hesar lógir standa
skrivaðar í heilagu skriftini, sum teir nevna Torain.
Jødarnir halda ein serstakan hvílu- og biðidag, sum
verður kallaður sabbat. Hann varar frá fríggjadegi til
leygarkvøld.
Eg eri
frvaldur!
78
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 78
21-06-1