Page 46 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Trúarfrælsi
Eftir at Jesus var farin upp til himmals, vóru tað mong,
sum gjørdust lærusveinar. Ein av teimum var Stefan,
sum var ógvuliga íðin fyri sína trúgv. Hann gjørdi stór
undur, og fólk lurtaðu eftir honum. Jødarnir fngu ikki
Stefan at tiga, og tað østi teir. Teir fngu tí fólk at lúgva
um ­Stefan. Teir søgdu fólkinum, at Stefan talaði ímóti
Gudi og ­Mósesi. Soleiðis østu teir fólkið, teir elstu og
teir skriftlærdu. Hóast Stefan visti, hvat fólk hildu um
hann, segði hann einki.
Ein dagin komu teir eftir Stefani og drógu hann fyri
ráðið. Í ráðnum spurdu teir hann: “Er tað satt, at tú
talar ímóti tí, vit trúgva?” Stefan greiddi teimum frá tí,
Gud ætlaði við teimum. Men teir vildu ikki lurta. Stefan
segði: “Sannleiki er, at tit hava svikið og dripið Jesus!”
Tá gjørdust teir ógvuliga illir, tað stakk teir í hjørtuni,
og teir gríslaðu tenn. Stefan helt fram at tosa, hugdi upp
ímóti himli og segði: “Nú síggi eg himlarnar opnar og
menniskjasonin standa við høgru hond Guds!”
Tá róptu teir hart, hildu fyri oyruni, lupu allir á hann,
tóku hann út um býin og steinaðu hann. Tá segði Stefan:
“Faðir, tak ímóti anda mínum!” Hann datt niður, og
áðrenn hann doyði, bað hann Gud fyrigeva teimum, tað
teir gjørdu.
44
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 44
21-06-1