Page 45 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Øll tey jødisku børnini vóru savnað í skúlahøllini, tá ið
skúlaárið endaði. Skúlastjórin tók orðið: “Eg eri bangin
fyri, at tit ikki kunnu koma aftur í henda skúlan komandi
skúlaár,” byrjaði hon og vríggjaði hendur. “Nasistarnir
hava gjørt eina nýggja lóg. Jødisk børn sleppa ikki longur at
ganga í skúla saman við øðrum børnum.
Anna skar út úr at gráta. Henni dámdi so væl henda
skúlan. Hví slapp hon ikki at ganga her meir? Hon hevði
nógvar vinir, sum ikki vóru jødar, og nú slapp hon ikki
longur at síggja teir.
Foreldrini Otto og Edith royndu at ugga hana, tá ið hon
kom heim. “Tú og Margot fara at ganga í einum jødiskum
skúla,” segði mamman.
“Tað er so langt burturi!” græt Anna. “Eg veit, eg veit,”
segði mamman. “Góðasta, stúr ikki. Vit mugu royna at liva
sum frægast.”
Sjálvt kæru foreldur teirra kundu ikki steðga tí, sum nú fór
fram. Ein nýggj lóg afturat varð sett í gildi várið eftir. ­Allir
jødar skuldu seyma eina gula stjørnu í bringuna. Orðið
“Jood” stóð í stjørnuni. Tað merkir jødi á niðurlendskum.
Brot úr “Anna Frank”
Anna Frank
4
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 43
21-06-1