Page 28 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Gud roynir Gideon
Ein dagin sendi Gud ein eingil til ein mann, sum æt
Gideon. “Harrin er við tær,” segði eingilin. “Tú skalt
bjarga ísraelsfólki og reka fíggindarnar burtur.” “Nei,
tað kann eg ikki gera. Eg eri jú tann yngsti í familjuni!”
svaraði Gideon. “Jú, víst klárar tú tað, tí eg verði við
tær!” segði eingil Harrans.
Um náttina segði Gud við Gideon: “Tú skalt ríva
avguda­altarið til Báal niður, sum pápi tín hevur bygt. ­
Á fjallatindinum skalt tú byggja eitt altar fyri ­Harra­num.
Síðan skalt tú ofra ein oksa til Gud á altarinum.” Gideon
fór upp, og á miðjari nátt tók hann tíggju av tænarunum
sínum við sær og gjørdi, sum Gud hevði sagt. Hann var
bangin fyri ætt síni og hinum fólkunum í býnum, tí tordi
hann ikki at gera tað um dagin.
Tá ið fólkið vaknaði morgunin eftir, sóu tey, hvat ­Gideon
hevði gjørt. Fyrst gjørdust tey í øðini og kravdu, at
­Gideon varð revsaður. Men pápi Gideon vardi hann
og segði: “Tað er ikki neyðugt at berjast fyri at hjálpa
gudunum. Um Báal veruliga er gudur, kann hann klára
tað sjálvur.”
26
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 26
21-06-1