Page 27 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Debora
Ein dagin sendi Debora boð eftir Bárak og segði við hann:
“Bárak, Gud hevur útvalt teg. Tú skalt fara avstað og taka­
10 000 menn við tær! Gud skal gera tað so, at herurin
hjá Jabin, sum er leiddur av herføraranum Sisera, verður
leidd­ur til tín. Tú og hermenn tínir eru til gongu, men tit
skulu vinna á honum - sjálvt um hann hevur allar
900 stríðsvogn­arnar við sær.”
Tá gjørdist Bárak bleikur og svaraði Deboru: “Kemur
tú við mær, skal eg fara!” Tá smíltist Debora og segði:
“Eg skal koma við tær, men so fært tú ikki heiðurin av
at vinna. Tí Gud skal geva Sisera í hendur mínar.” Bárak
savnaði allar 10 000 menn sínar. Tá ið Sisera frætti, at
Bárak var farin við heri sínum til gongu, fenti hann. Nú
skuldi hann vísa Bárak, hvussu sterkur fíggindi hansara
veruliga var.
Debora segði við Bárak: “Ver ikki ræddur! Gud er við tær,
Bárak!” So fóru Bárak og teir 10 000 menninir í hergongu.
Tá herurin hjá Sisera hoyrdi dunið av herinum hjá Bárak,
loypti Gud ræðslu á Sisera og allan her hansara. Sisera
gjørdist so bangin, at hann leyp av vogni sínum og fýddi
til gongu.
2
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 25
21-06-1