Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Rinkusteinar

Barnasangir

Høvundur :

Alexandur Kristiansen, Knút Olsen,

Price :

<p>20.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/3848/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Føroya Skúlabókagrunnur gevur út nýggja sangbók eftir Alexandur Kristiansen. Í bókini eru 99 barnasangir. Alexandur hevur áður givið tvær barnasangbøkur út, ið nú eru uppseldar, Kannubjølluvísur (1977) og Barnabros (1983). Flestu sangirnir í teimum bókunum eru tiknir við í nýggju sangbókina. Tað serliga við hesari bókini er, at nógvir nýggir sangir eru við, ið tónaskaldið Knút Olsen hevur gjørt lag til. Knút hevur eisini skrivað nótar við besiffringum til allar sangirnar. Hetta er ein sera hent sangbók til skúlabrúks.

Fleiri av sangunum hava verið at hoyrt og eru væl dámdir av børnum. Øll kenna vit Grísaflísa Pætur og Dorius í Depli. Upprunaligir og føroyskir sangir verða sum frálíður ein partur av tí mentanararvi, vit geva víðari til komandi ættarlið. Tí er hetta ein bók, ið ikki einans kann verða brúkt í skúlunum. Øll, ið syngja við børnum ella fáast við tónleik, kunnu fáa nógva gleði av henni.

Rinkusteinar
Rinkusteinar