Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók

Høvundur :

Sólgerð Andreassen,

Price :

<p>48.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5153/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Náttúra og tøkni 3 byggir á bøkurnar Náttúra og tøkni 1 og 2, og er ætlað 6. flokki. Í bókini er lívfrøði og landalæra grundvøllurin. Mentan og tøkni, ávirkanin frá menniskjanum, verða tikin við, har tað natúrliga fellir inn. Ætlanin er, at næmingarnir við egnum upplivingum og royndum skulu fáa betur fatan av tí, teir hava lisið og kannað sjálvir.

Næmingarnar skulu í náttúru og tøkni læra av sjálvir at kanna og gera royndir. Saman við fakligu frágreiðingunum í bókunum fáa teir betri innlit í lívsgrundarlagið hjá plantum, djórum og menniskjum og innlit í samspælið ímillum menniskju og náttúru.

Sólgerð Andreassen, lærari, hevur skrivað. Óli Petersen hevur myndprýtt. Nógvar fotomyndir eru í bókini, ið sera væl lýsa innihaldið í tekstinum. Myndirnar og tekningarnar hava støði í tí heimliga gerandisdegnum, men lýsa samstundis alheimslig fyribrigdi. Nú kann føroyski næmingurin lesa um náttúrufyribrigdi við dømum úr føroysku náttúruni.

Ymiskt er, hvussu nógv fakøkini (landalæru, lívfrøði og alis- og evnafrøði) eru umboðað til hvørt evnið. Tey einstøku fakøkini verða nýtt til tey evni, ið eru natúrlig fyri fakøkið.

Tilfarið til Náttúru og tøkini er samskipað á tann hátt, at sama evnið verður uppafturtikið fleiri ferðir. Tí skal næmingurin ikki fara í dýpdina við hvørjum evni fyrstu ferð, ið evnið kemur fyri, men so hvørt byggja á tað, ið hann frammanundan hevur lært. Undirvísingin kann eisini ganga frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga ella abstrakta.

Høvuðsevnini í grundbókini eru:
Jørðin við undirevnunum: Jarðfrøði, Uppruni Føroya, Ásland og Evni í undirgrundini Síl og laksur við undirevnunum: Villur laksur og aling og Noreg Fjøran við undirevnunum: Lív og lendi Rúmdin og Jørðin við undirevnunum: Náttúrumáttur, Rúmdarferðir og USA Havið við undirevnunum: Streymur, lív og botnur, Sjógvur og lív í havdýpinum, Fiskivinna, Bretland og Árland Súgdjór við undirevnunum: Hvalur, tøkni og verja og Grønland Gróður við undirevnunum: Plantur, trø og lendi, Kili og Eldlandið Fuglur við undirevnunum: Bygnaður og búflyting Fólk, sum hava brek við undirevnunum: Brek og tørvur

Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók
Náttúra og tøkni 3 - Næmingabók