Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)

Høvundur :

Maria Bergman, Peter Kinlund,

Lærarabókin er einans givin út sum netútgáva. Hon kann lesast her. Tað ber til at taka útgávuna niður og skriva hana út.

Lærarabók - Netútgáva Lærarabókin byrjar við partinum Kunnleiki og námsfrøði. Her verður lýst, hvussu bøkurnar samsvara við innihaldsligu krøvini í námsætlanini fyri landafrøði, og greitt verður frá teirri grundhugsan, sum innihaldið í bókini byggir á. Eisini eru hentar upplýsingar viðvíkjandi kvantitativum og kvalitativum kunnleika umframt førleikum, sum næmingarnir eiga at ogna sær.  Lærarabókin er býtt í somu partar sum bøkurnar. Hvør partur í lærarabókini hevur sama bygnað: Yvirskipað innleiðsla 

  • Stutt framløga av innihaldinum í viðkomandi parti í bókini
  • Yvirlit yvir, hvørjir førleikar kunnu verða mentir í arbeiðinum út frá viðkomandi parti í lærarabókini
  • Endamálið við viðkomandi parti í bókini við atliti at lærugreinini
  • Uppskot til ávegis mál
  • Bókmentir og annað tilfar. 

Hesin parturin kann brúkast sum íblástur til orðingar í sambandi við at fylla út talvurnar Undirvísingargongdir og Ársætlan fyri lærugreinina.  Arbeiðsgongd  Sum heild samsvarar lærarabókin við undiryvirskriftirnar í bókunum. Summir partar eru tó lagdir saman í ein. Arbeiðsgongdin byrjar sum oftast við einum uppskoti til innleiðslu.  Í lærarabókini eru tilvísingar til avritssíður og til síðurnar í bókini.  Avritssíður Í hvørjum parti í lærarabókini eru avritssíður. Á teimum eru kort, venjingar, tekstir at fara í dýpdina við og uppgávur, ið taka samanum.  Tvær tær seinastu avritssíðurnar í hvørjum parti eru Endurtøka og Hugdýping. Spurningar og evni í Endurtøku taka støði í viðkomandi parti av bókini og lærarabókini. Tey eru ætlað øllum næmingum í flokkinum at arbeiða við, einsæris ella í bólkum. Evnini í Hugdýping fara út um tað, sum er viðgjørt í bókini og lærarabókini.Tað ber til at arbeiða við hesum evnum sum ískoytisøki, ella tey kunnu vera eyka avbjóðing til teir næmingar, sum hava tørv á tí.

Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)
Landafrøði 1-3 - Lærarabók (netútgáva)