Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Fjølmiðlar

Høvundur :

Birgir Kruse,

Price :

<p>198.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/5573/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Fjølmiðlar er lærubók um miðlar og samskifti. Bókin er fyrst og fremst ætlað at verða brúkt í samfelagsfrøði í elstu flokkum fólkaskúlans og á miðnámsskúlum.

Somuleiðis kann bókin brúkast í føroyskum og á miðlabreyt í 10. flokki. Bókin Fjølmiðlar, ið leggur dentin á at greina tekstir, boð og samskifti, viðger allar dagsins miðlar. Við heimligum dømum verður lýstur tann týdningur, miðlarnir hava í okkara gerandisdegi og hvussu vit betur kunnu læra okkum at skilja og brúka teir. Henda bókaútgávan byggir á talgildu portalútgávuna. Í bókini eru uppgávur, ið ikki eru í talgildu portalútgávuni.

Birgir Kruse og ein læraraskúlaflokkur hava roynt tilfarið, áðrenn tað nú er komið út í bók. Í formælinum sigur rithøvundurin hvørji grundsjónarmið tilfarið byggir á, hvussu tað er sett saman og hvussu tað kann brúkast í undirvísingini. Bókin leggur upp til at lesa bløðini, lurta eftir útvarpi og hyggja eftir Degi og Viku. Talgildir miðlar og telduspøl verða eisini umrødd í útgávuni, eins og nomið verður við viðurskifti sum harðskap og ávirkan í miðlum. Eisini verður pressufrælsi, her og úti í heimi, viðgjørt. Í hvørjum kapitli eru kjakevni, og aftast eru djúptøknar uppgávur um fjølmiðlar og viðurskifti, ið knýta seg afturat teimum. Hesar uppgávur eru ikki í talgildu portalútgávuni, sum til kunningar er á okkara heimasíðu. Ole Wich hevur umrotið og sett upp, og millum mongu, litføgru myndirnar eru tekningar hjá Óla P, sum hava staðið í Sosialinum. Bókin Fjølmiðlar er prentað í avmarkaðum upplagi, og ætlanin er at savna viðmerkingar og uppskot til møguligar broytingar í tilfarinum, so bókin í komandi upplagi kann fáa nyttu av teimum undirvísingarroyndum, ið verða gjørdar. Forlagið vónar við hesari mannagongd, at verða liðiligari í útgávupolitikkinum, so lærarin fær størri ávirkan á tilfarið, ið verður givið út.

Fjølmiðlar
Fjølmiðlar