Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Fíggjarstýring

Høvundur :

Olav Absalonsen,

Price :

<p>198.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/6387/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Bókin Fíggjarstýring er ætlað næmingum, sum lesa virkisbúskap á hægsta miðnámsstigi á hægri handilsskúla. Bókin er hent hjá teimum, sum fara undir hægri lesnað í búskapi. Eisini er bókin hent hjá teimum, sum fáast við fíggjarstýring á virkjum og stovnum. Innihaldið er íløgur og fígging, fíggjarlig greining og fíggjarætling. Í formælinum sigur høvundurin Olav Absalonsen soleiðis: “Henda bók er ætlað næmingum, sum taka roknskap ella virkisbúskap á A-stigi á Føroya Handilsskúla. Tríggir teir fyrstu kapitlarnir kunnu takast sum ein heild, ið snýr seg um íløgur og fígging. Hinir tríggir verða settir í sambandi við tey evni, sum næmingarnir arbeiða við í viðkomandi læru¬grein. Eftir hvønn kapittul eru uppgávur, sum eru so mikið nógvar í tali, at tað skal vera møguligt at velja egnaðar uppgávur burturúr at loysa. Bókin er skrivað við tí í huga, at lesarin hevur eina grundvitan innan rokn¬skap og búskap, sum svarar til Virkisbúskap á B-stigi, og innan rentu¬rokning, sum svarar til Støddfrøði á C-stigi. Eisini er tilfarið skrivað so¬leiðis, at lesar¬in skal seta fíggjarstýringina í samband við onnur evni í somu læru¬grein og í øðrum lærugreinum, soleiðis at hann fær betri heildarfatan av vinnubúskapi. Tann einstaki næmingurin eigur sjálvur at seta nýggja vitan í sambandi við gamla vitan á hesum fakøki, soleiðis at hann ger sær sína egnu fatan av heildini.”
Fíggjarstýring
Fíggjarstýring