Skip to main content

Unlock Advanced Features with Ledger Live, the technologically advanced wallet that ensures the safety and efficient management of your diverse cryptocurrency portfolio.

Útgávuyvirlit

Arbeiðsmarknaðurin

Høvundur :

Helgi Abrahamsen,

Arbeiðsmarknaðurin er undirvísingartilfar í samfelagsfrøði í miðnámi. Nám, Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava í felag staðið fyri útgávuni, sum Helgi Abrahamsen hevur skrivað.

Høvundurin hevur lagt stóran dent á at skriva tilfarið soleiðis, at tað er lætt at skilja. Av somu orsøk kunnu summir partar eisini verða brúktir í hádeild fólkaskúlans. Høvundurin hevur roynt at avmarka tann søguliga partin, tó slepst ikki undan, at taka nakrar søguligar hendingar við, sum hava havt týdning fyri, hvussu arbeiðsmarknaðurin er skipaður.

Gingið verður ígjøgnum ymiskar fyriskipanir á arbeiðsmarknaðinum, og viðgjørt verður, hvønn týdning hesar hava fyri okkara samfelag. Nógvir tættir eru í samlaðu myndini og leggur bókin seg eftir at taka saman um teir týdningarmestu.

Tilfarið fevnir um eitt ískoytisøki sambært námsætlanini í samfelagsfrøði og er givið út í sambandi við, at tað í 2016 vóru 100 ár liðin, síðan fyrsti kollektivi sáttmálin millum tvey feløg á landi varð gjørdur.

Sbókin kostar 20,- kr. fyri 1-ára hald og 60,- kr. fyri 3-ára hald.

Arbeiðsmarknaðurin
Arbeiðsmarknaðurin