Skip to main content

They Live’

Her er ein stuttfilmur, har ein maður er í brillum, sum síggja fjaldan boðskap á plakatum og í bløðum.

Skiftið orð um ymsu boðini.

Brillurnar avdúka eisini fíggindalig fólk í gerandisdegnum í brúkarasamfelaginum.

Stuttfilmurin er treylari, brellbiti, til Sci-fi filmin "They Live" (John Carpenter, USA 1988). 

Hyggið eftir stuttfilminum og skifti orð um fjaldan boðskap í lýsingum og plakatum.

1 Eru øll í flokkinum samd um fjalda boðskapin?

2 Kannið eftir, um tit finna ábendingar um fjaldan boðskap í øðrum miðlum.

3 Kann uppáhaldið um fjaldan boðskap prógvast?