Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Eysturoyartunnilin í hádeild

07.12.2020

Eysturoyartunnilin er liðugur og komin á føroyakortið. Her er ein undirvísingargongd til næmingar í hádeild í fólkaskúlanum.

...

Í jólastákanini hava vit savnað nakarar spurningar til heimstaðarlæru í yngstu flokkunum, náttúru og tøkni í miðdeild, og í støddfrøði og landafrøði í hádeild at arbeiða við í flokkinum, nú Eysturoyartunnilin er liðugur og Føroyakortið er dagført samsvarandi.

Lærarin velur og stýrir spurningunum, ið eru at rokna sum hugarok í felag, har høvuðsdenturin verður lagdur á, hvønn týdning nýggi undirsjóvartunnilin kann metast at fáa bæði persónliga og fyri økið, har tit búgva.

Støddfrøði og landafrøði í hádeild:

Uppgáva 1

1. Skiftið orð í flokkinum um nyttuna í einum nýggjum tunnli, sum Eysturoyartunlinum. Takið við í kjakið, at Streymoy og Eysturoy frammanundan eru knýttar saman. Hvønn mun ger nýggi undirsjóvartunnilin?

 

Uppgáva 2

Finn ein passara og set hann á Skálatrøð í Havn. Rokna nú, hvussu langt tú kanst koma í bili úr Havn í trý korter, tað er 45 minuttir, tá tú koyrir 60 km/t.

  1.     Hvørjar bygdir eru innanfyri og uttanfyri sirkulin?
  2.     Man Eysturoyartunnilin fara at broyta búsetingarmynstur, arbeiðsmøguleikar og frítíðartilboð?
  3.     Hyggið at farleiðini av flogvøllinum, til Havnar, Runavíkar og Klaksvíkar. Fáa tey fólk, sum búgva eftir hesari linju størri nyttu av tunnlum og vegum enn tey, sum búgva longur burturi?

 

 

Uppgáva 3

Hvussu við teimum oyggjum og bygdum, sum ikki eru knýttar saman? Kann hugsast, at vit nú fáa eitt meginland og eitt útjaðaraøki?

  1. Hvørja ábyrgd leggur hetta á politikarar og stovnar sum Strandferðsluna og Bygdaleiðir?
  2. Kann hugsast at nýggir stovnar, ið skulu tæna nógvum fólki, verða lagdir á eitt stað, sum ikki hevur samband við miðstaðarøkið?
  3. Hvat meinast við, tá sagt verður um eina bygd, at nú er hon blivin ein blindtarmur?
  4. Spyrji tykkum fyri, at finna svar uppá, hvørjar bygdir onkuntíð hava verið kallaðar ein blindtarmur.

 

Uppgáva 4

Akstovan umsitur nummarplátur, sum øll akfør skulu hava fyri at sleppa at koyra á vegnum. Á heimasíðuni hjá Akstovuni eru ymisk hagtøl. Hvussu nógvir bilar eru í Føroyum 1. desember 2020? 

  1. Hvat slag av bilum eru flest av?
  2. m vit siga at fýra fólk kunnu sita í hvørjum av hesum bilaslagi, hvussu nógvum bilum hava vit so tørv á?

 

Far ein túr gjøgnum tunnilin