Skip to main content
Grein og uppgávur til miðnám

Sandoyggin partur av meginlandinum

 Uppgáva 1    Uppgáva 2 

Føroyar eru eitt oyggjaland, og elstu íbúgvar landsins minnast eina tíð, tá tað var neyðugt at sigla millum oyggjarnar, umframt at tað einans var koyrandi millum einstakar bygdir. Vegir vóru tá mest inni í bygdum og býum. Í 1916 vórðu Skopun og Sandur samanbundin – sum tær fyrstu bygdirnar. Frá 1920’unum fram til 1960’ini vórðu alsamt fleiri bygdir samanbundnar við smølum vegum – ofta fram við brøttum líðum ella upp um høg skørð; tøkni og fígging vóru tá ikki til meiri. Í 1960’unum var stórur framburður í Føroyum, og gjørdir vórðu nú eisini tunlar millum bygdir – fyrsti tunnilin var gamli Hvalbiartunnilin í 1963, og nakað eftir byrjaðu vegirnir eisini at gerast tvísporaðir, soleiðis at bilar kundu møtast uttan at skula steðga á.

Eitt serligt frambrot var í 1973, tá brúgvin um Streymin varð bygd. Nú vóru tær báðar størstu oyggjarnar bundnar saman, soleiðis at Eysturoy og Streymoy komandi árini virkaðu alsamt meiri sum eitt “meginland” í Føroyum. Hetta hugtakið er tikið úr Hetlandi og Orknoyggjum, har stóru meginoyggjarnar nevnast Mainland.

Sostatt eru Føroyar seinastu 50 árini vorðnar eitt heilt annað samfelag enn tað siðbundna, spjadda oyggjasamfelagið, ið framvegis livir í okkara hugaheimi. Seinastu árini er meginlandið vaksið alsamt meiri, samstundis sum “leysu oyggjarnar” eru vorðnar alsamt færri í tali. Í 1975 vórðu Viðoy og Borðoy samanbundnar, í 1986 Kunoy og Borðoy, í 2002 Vágar og Streymoy, í 2006 Borðoy og Eysturoy og í 2023 Sandoy og Streymoy. Sostatt er nú gjørligt at koyra allan vegin úr Viðareiði til Gásadals ella til Dals. Ein ferð, ið áður hevði tikið fleiri dagar, tekur nú bert fáar tímar.

 

Miðstaður og útjaðari eru dynamisk hugtøk

Eins og vit í okkara hugaheimi hava lyndi at hugsa Føroyar sum eitt oyggjaland, hava vit eisini lyndi at gera ein svart/hvítan skilnað millum “bygd” og “bý”. Báðar tankagongdir eru misvísandi. Meginlandið í Føroyum er í dag ein stórur, samanhangandi “netverksbýur”, har næstan allar bygdirnar eru funktionelt samansjóðaðar. Til ber í dag at búgva í Norðurstreymoy, arbeiða í Suðurstreymoy, hava hjástarv í Vágunum og ítriv í Eysturoynni.

Hetta merkir eisini, at hugtøkini bygd og býur eru vorðin misvísandi. Funktionelt eru lítlar “sovibygdir” sum Velbastaður og Kaldbak meiri “urbanar” enn stórpláss sum Tvøroyri og Vágur, júst tí at hesar eru so nær við Havnina og sostatt eru neyvt knýttar at Havnini bæði viðvíkjandi arbeiði, frítíð, handlum, almennum funktiónum v.m. Hóast Velbastaður og Kaldbak eru útjaðarar í Tórshavnar kommunu, fungera bygdirnar sum forstaðir hjá Havnini. Vágur og Tvøroyri eru miðstaðir í Suðuroynni, men øll Suðuroyggin er ein útjaðari í mun til miðstaðarøkið.

Sostatt eru hugtøkini "miðstaður” og "útjaðari” relativ og dynamisk hugtøk, ið snúgva seg um, hvussu býir/bygdir eru relaterað hvørt til annað. Keypmannahavn er útjaðari hjá Bruxelles, Tórshavn er útjaðari hjá Keypmannahavn, Klaksvík er útjaðari hjá Tórshavn, Hvannasund er útjaðari hjá Klaksvík, Kirkja er útjaðari hjá Hvannasundi og Hattarvík er útjaðari hjá Kirkju.

Í einum føroyskum høpi ber til at siga, at Føroyar í dag hava ein “miðstað” (sentur); Tórshavn, ið hýsir flest øllum samfelagsligum funktiónum. Umframt hetta eru fleiri størri og smærri “ytri miðstaðir” (subsentur) kring landið, har fleiri ella færri funktiónir eru staðsettar. Á meginlandinum eru harumframt ein rúgva av bygdum, ið ikki hýsa stórvegis funktiónum og eru beinleiðis undirskipaðar einum ella fleiri (ytri) miðstøðum.  Hesar kunnu nevnast innari útjaðari (subperiferi). Í bókini The Restructuration of the Faroese Economy* verður hugtakið “innari útjaðari” brúkt um subsentur/subperiferi undir einum, men her er hugtakið býtt í tvey fyri betur at lýsa dynamikkirnar millum ymisku búplássini.

Ytst er “ytri útjaðarin”, ið eru útoyggjarnar umframt einstakar bygdir á meginlandinum við sera vánaligum vegasambandi. Hinvegin er ferðasambandið millum Nólsoy og Tórshavn so mikið gott, at Nólsoy eisini má metast sum innari útjaðari, meðan bygdir sum Hestur og Norðradalur kunnu sigast vera ytri útjaðari vegna sera vánaliga ferðasambandið. Undantikið einstakar fjarskotnar smábygdir er alt meginlandið – Viðoy, Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Streymoy, Vágar og Sandoy – í dag eitt funktionelt samanhangandi øki, ið síðani kann býtast upp í undirøki.

 

Sandoyggin sum undirøki í meginlandinum

Sandoyartunnilin er ein týðandi strukturell broyting av føroyska samfelagnum. Hetta er enn ein víðkan av meginlandinum, ið við einum snóraklippi broytir oynna frá at vera “ytri útjaðari” til at gerast “innari útjaðari”. Sandoyggin hevur verið forfjónað og tilafturskomin bæði mentanarliga, sosialt, heilsuliga v.m., men við Sandoyartunlinum fer alt hetta at broytast, soleiðis at oyggin við tíðini verður sambærilig við Vágarnar, Norðstreymoy og Eysturoy. Allar bygdirnar verða við einum at meta sum innari útjaðari. Dalur hevur júst fingið tunnil og er harvið eisini fluttur frá at vera ytri útjaðari til at gerast innari útjaðari.

Spurningurnin er so, hvussu nógvar funktiónir oyggin fær varðveitt, tá oyggin kemur í beinleiðis kapping við Havnina. Hetta er eitt tvíeggjað svørð. Verður einki proaktivt gjørt, fer oyggin at missa funktiónir til Havnina. Hinvegin ber til – um oyggin stendur saman – at bjóða góð alternativ á nógvum økjum. Helst krevur hetta, at oyggin semist um at gera Sandsbygd til miðstað (subsentur) í oynni, har flestu funktiónir verða miðsavnaðar. Tá verður Sandsbygd eitt reelt semi-urbant alternativ til fólk, ið ynskja ein “býarkendan lívsstíl”, men ikki hava ráð til at búgva í Havn.

Fasta sambandið millum Sandoy og restina av meginlandinum fer tó so líðandi at hækka prísirnar í Sandoynni eisini, men tó fer ein ávísur prísmunur at vera, ið ger Sandoynna dragandi fyri fleiri – eisini summi, ið einki tilknýti hava til oynna.

Alt hetta veldst tó sjálvandi um, hvør prísurin fyri koyring gjøgnum Sandoyartunnilin verður.

 

Suðuroyggin er eitt øki fyri seg

Eftir er Suðuroyggin, ið í dag er eitt samfelag fyri seg. Suðuroy er ikki ein útoyggj – til tess er hon ov stór og fólkarík, men heldur ikki ein partur av meginlandinum – til tess er hon ov fjarstødd. Suðuroyggin er eitt øki í sær sjálvum við tveimum økismiðstøðum. Restin av oynni er innari útjaðari – bundin saman av nógvum tunlum, tó at Fámjin má ana nøkur ár afturat sum ytri útjaðari.

Elefanturin í rúminum er sjálvandi Suðuroyartunnilin. Vit vita ikki, um hann nakrantíð kemur, men hugsjónin hjá ráðandi suðuroyingum er at gera Suðuroynna til part av meginlandinum. Fleiri ivamál eru við hesum. Um hann verður gjørdur, hvussu dýrt verður so at koyra gjøgnum hendan tunnil – umframt gjøgnum Sandoyartunnilin? Og hvussu nógv fara at vilja koyra hesa drúgvu farleið, har ein meginpartin av tíðini koyrir gjøgnum tunlar: Hvalbiartunnilin → Sandvíkartunnilin → Suðuroyartunnilin → Dalstunnilin → Sandoyartunnilin (hetta sjálvandi treytað av, hvør linjuføringin verður)?

Strategiin at samansjóða oyggjalandið Føroyar í eitt stórt meginland hevur uttan iva skapt stóran vøkstur seinastu hálvu øldina, og hevur fullkomiliga broytt Føroyar frá einum oyggjalandi til eitt meginland. Okkara grannalond fyri sunnan øvunda okkum hesi stóru infrakervisframbrot, ið lætta um hjá bæði húsarhaldum og vinnulívi. Hetta ger tað møguligt at búgva á smærri plássum, har bæði búskaparliga og rúmliga rásarúmið eru størri, eins og vit hava eitt vinnulív, ið kann gera sær dælt av sera nógvum firðum, víkum, áum, dølum v.m. Um tað fer at eydnast at gera Suðuroynna til part av meginlandinum, vil tíðin vísa.

Alternativið er at styrkja Suðuroynna í sínum egna mátti, soleiðis at tað ikki verður neyðugt at ferðast norður eftir í tíð og ótíð. Kundi man í staðin fyri ein Suðuroyartunnil umhugsað at skipað Suðuroynna sum eitt slag av heimastýri við lægri landsskatti og í staðin størri sjálvsavgerðarrætti at skipa síni egnu viðurskifti? Hetta kundi givið munandi fleiri almenn størv í Suðuroynni umframt ein undirskóg av privatum tænastuvirksemi.

 

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur.

 


*Richard Apostle v.fl.: The Restructuration of the Faroese Economy: The Significance of the Inner Periphery. Samfundslitteratur, 2002.

Uppgáva 1

Hvussu ávirkar Sandoyartunnilin Sandoynna? Greining av ymisku bygdunum í Sandoynni.

Ymisku bygdirnar í Sandoynni verða ávirkaðar ymiskt av Sandoyartunlinum. Til ber at skipa flokkin í bólkar, ið síðani gera hvør sína greining av ymsu bygdunum í oynni. Kopierið talvuna inn í eitt skjal og útfyllið tað saman við hinum bólkalimunum. Eftir hetta kunnu bólkarnir leggja fram sínar greiningar og samanbera úrslitini.

  • Styrkir. Hvørjar styrkir hevur bygdin? – búskaparliga, mentanarliga, infrakervisliga o.s.fr.
  • Veikleikar. Hvørjar veikleikar hevur bygdin? – búskaparliga, mentanarliga, infrakervisliga o.s.fr. (Veikleikar eru í stóran mun tað sama sum vantandi styrkir).
  • Møguleikar. Hvørjar møguleikar fær bygdin av, at tunnilin letur upp? (Møguleikar kunnu eisini taka støði í styrkjunum hjá økinum).
  • Váðar. Hvørjar váðar fær bygdin av, at tunnilin letur upp? (Váðar kunnu eisini taka støði í veikleikunum hjá økinum).

Styrkir

Veikleikar

Møguleikar

Váðar

Uppgáva 2

Push- og pull-faktorar hjá Sandoynni og Streymoynni

Tá ein broyting hendir í einum samfelagi – antin brádliga ella so líðandi – ávirkar hetta bústaðarmynstur, vinnulívsmynstur og mangt annað. Ein kreppa kann elva til fráflyting og húsagangir, og ein tunnil kann elva til tilflyting og nýggjar fyritøkur. Talan kann eisini vera um tøknibroyting, broyttar kommunalar uppgávur ella heilt aðra samfelagsbroyting, ið skeiklar gomlu javnvágina.

Avleiðingarnar av Sandoyartunlinum kunnu bólkast í push-faktorar og pull-faktorar. Push-faktorar eru viðurskifti, ið trýsta virksemi burtur úr oynni. Pull-faktorar eru viðurskifti, ið draga virksemi til oynna. Ofta eru push- og pull-faktorar hugtakspør og sostatt tvær síður av somu søk. Niðanfyri eru dømi um push- og pull-faktorar, og til ber at seta fleiri faktorar á listan.

Push-faktorar

Pull-faktorar

Arbeiðsloysi

Arbeiðsmøguleikar

Ótrygt umhvørvi

Trygt umhvørvi

Vantandi tænastur

Góðar og fjølbroyttar tænastur

Sosial útihýsing

Sterkur felagsskapur

Dálkandi ídnaður

Nógv grøn øki

Vinir eru fluttir burtur

Familja og vinir

Eingir útbúgvingarmøguleikar

Nógvir útbúgvingarmøguleikar

Trupult at finna bústað

Lætt at finna bústað

O.s.fr.

O.s.fr.

 

Kopierið talvuna niðanfyri inn í eitt skjal, og skrivið niður hvørjar push- og pull-faktorar Sandoyggin og Streymoyggin hava. Tosið síðani um úrslitið.

Push-faktorar hjá Sandoynni

 

 

Pull-faktorar hjá Sandoynni

Push-faktorar hjá Streymoynni

 

 

Pull-faktorar hjá Streymoynni