Skip to main content

Philip Melanchthon (1497-1560)

 

three sentence essay scholarship business related research paper topics research paper point of view dissertation religious thesisMelanchthon hevði serlig málslig evni. Longu sum 21 ára gamal bleiv hann professari við fróðskaparsetrið í Wittenberg í grikskum máli. Hann og Luther gjørdust vinmenn, og Melanchthon bleiv hin týdningarmesti arbeiðsfelagin.

Melanchthon lærdi Luther betur tað grikska málið. Melanchthon var sera kønur í gudfrøði og trúarlæru. Hann var lærari og setti fleiri skúlar og fróðskaparsetur á stovn, og fekk stóra ávirkan á tátíðar skúlaskap í Týsklandi, og verður ofta nevndur Hin stóri lærarin.

Melanchthon skrivaði hina Augsburgsku trúarjáttanina, sum týðuliga og greitt segði frá innihaldinum í Luthersku læruni. Melanchthon umboðaði eisini Luther og hansara partamenn á ríkisdegnum í Augsburg, tá Luther ikki kundi møta, tí hann varð lýstur í bann og friðleysur.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvat var Melanchthon serakønur í? 

 

2 Hví umboðaði Melanchthon Luther í Augsburg?

 

 

Johannes Bugenhagen (1485-1558)

 

Bugenhagen var eisini ein týdningarmikil samstarvsfelagi hjá Luther.

Eftir ráðum frá Luther, var Bugenhagen settur í prestastarv í Wittenberg í 1523. Hann gjørdist prestur og sálarhirði hjá Luther.

Bugenhagen var serkønur í kirkjurætti og kirkjuskipan.

Tað var Bugenhagen, sum var sendur til Danmarkar, at hjálpa við at endurstovna Fróðskaparsetri í Keypmannahavn, og at hjálpa kongi at fremja reformatiónina. Bugenhagen skrivaði tann danska kirkjuordinansin, sum er lógina hjá tí evangeliskt luthersku kirkjuni.

Hann hjálpti eisini til at stovna lutherskar kirkjur ymsa staðir í Týsklandi. Eftir at Luther var deyður, tók hann sær av einkjuni og børnunum.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvat var Bugenhagen sera kønur í?           

 

2 Hví varð Bugenhagen sendur til Danmarkar?

 

 

Georg Spalatin (1484-1545)

 

Spalatin verður ofta kallaður stýrimaðurin í reformatiónini.

Spalatin og Luther kendust frá lestrartíðini. Hann tók doktaraheiti við nýstovnaða fróðskaparsetrið í Wittenberg. Í 1503 varð hann prestvígdur. Hann kom í starv hjá kurfúrstanum Fríðriki Vísa, og var lærari hjá prinsunum, skrivari, andaligur ráðgevi og hóvprestur hjá fúrstanum.

Av politiskum áðum, kundi Fríðrikur hin Vísi ikki hava beinleiðis samband við Luther, annars kundi hann ákærast fyri falslæru av katólsku kirkjuni. Tí gjørdist Spalatin millumgongumaður. At Luther og Spalatin kendust so væl, hevur óivað havt sín leiklut í, at Fríðrikur Vísi vardi Luther so væl.

Spalatin fekk ábyrgdina fyri ymiskum uppgávum viðvíkjandi kirkjuni og fróðskaparsetrinum. Spalatin, Luther og Melanchthon arbeiddu væl saman um at nýskipað fróðskaparsetrið.

Spalatin gav Lutheri góð ráð, men onkuntíð vóru teir eisini rúkandi ósamdir. Spalatin hevði ein virknan leiklut tá Luther varð burturfluttur til Wartburg.

Eftir at kurfúrstin var deyður, bleiv Spalatin prestur og síðan próstur í Altenburg. Har arbeiddi hann íðin fyri at fremja tankarnar í reformatíónini.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvaðani kendust Luther og Spalatin?

 

2 Hvat arbeiði hevði Spalatin hjá fúrstanum?

 

 

Lucas Cranach, eldri (1472-1553)

 

Lucas Cranach, eldri, var kendasti týski renessansulistamaður.

Hann var víðakendur fyri sínar málningar, sum kundu vera persónsmyndir, m.a. av Luther, og átrúnaðarligir málningar, sum kundu vera altartalvur. Cranach arbeiddi eisini við grafiskari list, sum hann prentaði og ofta gav út ókeypis. Á tann hátt spjaddust hansara myndir skjótt og gjørdust kendar um alt Týskland.  

Cranach hevði listaverkstað, har fleiri listafólk arbeiddu. Elsti sonur hansara, sum eisini æt Lucas Cranach, varð útbúgvin listamaður, og helt fram har, tá faðirin slepti og doyði.

Cranach var eitt tíðarskeið hirðlistamaður hjá Fríðriki Vísa. Har møtti hann Luther, og teir gjørdust vinmenn. Cranach og konan vóru vitni, tá Luther og Katharina giftust, og Cranach stóð faddur at elsta soni Luthers.

Cranach hjálpti Luther at fáa gudfrøðiligar tankar kendar. Hann málaði myndir, sum skuldu lýsa gudfrøðina í trúbótini. Tað var við myndum sum t.d. “Lóg og náði”, “Ádam og Eva” og “Krossfestingin”, har hann sigur frá tankanum hjá Lutheri um náði. Hann gjørdi eisini keipumyndir av mótstøðumonnum Luthers, t.d. fingu katólska kirkjan og pávin av at vita.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvussu vóru Luther og Cranach komnir at kennast?

 

2 Hvussu royndi Cranach at hjálpa Luther?

 

 

Vinir og samstarvsfólk

 

Luther hevði fleiri samstarvsfólk. Fýra teirra vóru Philip Melanchthon, Johannes Bugenhagen, Georg Spalatin og Lucas Cranach.

Teir royndu hvør á sín hátt at stuðla Lutheri, og at breiða hansara tankar út millum fólkið.