Skip to main content

Sálmagreining

 

gender roles in society essay examples of literature reviews in research papers diwali festival essay in englishHetta er ein almennur frymil at greina sálmar eftir, men tú eigur at hava í huga, at tað ikki altíð ber til at svara øllum spurningunum, sum verða settir í frymlinum.

 

1 Les sálmin tvær ferðir.

2 Slá torfør orð upp í orðabókini.

3 Hvussu eitur sálmurin?

4 Nær er sálmurin yrktur?

5 Hvør hevur yrkt sálmin?

6 Er talan um ein upprunasálm?

7 Er talan um týddan ella umyrktan sálm, hvør er so týðarin ella yrkjarin?

8 Hvør hevur gjørt lagið?

9 Nær er lagið gjørt?

10 Kunnu fleiri løg nýtast til sálmin? Um ja, hvørji?

11 Hvat snýr sálmurin seg um? Skriva ein stuttan samandrátt av sálminum ella tíggju lyklaorð í sálminum.

12 Skriva nøkur fá orð, um hvat kemur tær í huga, tá ið tú lesur ella syngur sálmin.

13 Í hvønn mun er samsvar millum heiti á sálminum (fyrstu reglu í sálminum) og innihaldið?

14 Hvat ella hvørji ørindi hava mest týdning í sálminum?

15 Hvat slag av sálmi er hetta?

 a) Ein bíbilskur sálmur

 b) Ein sálmur, sum lýsir eitt ávíst huglag

 c) Ein hátíðar sálmur

 d) Ein sálmur til eitt ávíst høvi – tilburðarsálmur

 e) Finnur tú fleiri av nevndu eyðkennunum í sálminum?

 16 Hvørji rím eru í sálminum?

 17 Kann sálmurin býtast í partar?

 18 Hvussu dámar tær sálmin? Grunda svarið.

 

Greiningarfrymilin er úr Sálmar til fólkaskúlan, miðdeild, Olivia W. Hansen, Nám 2008.