Skip to main content

Luther og Katharina von Bora

Tankarnir hjá Lutheri førdu við sær, at munkar og nunnur í stórum tali rýmdu úr kleystrunum.

Luther og onnur royndu at hjálpa teimum, tí familjurnar, sum høvdu gjørt av, at tey skuldu í kleystur, vildu í flestu førum ikki góðtaka nýggju støðuna.

Luther helt ikki, at fólk skuldu taka seg burtur úr verðini og verðsligum viðurskiftum, tí tey høvdu valt at liva í kleysturi. Hann helt fast við, at fólk í staðin skuldu røkja sítt borgarliga starv, har Gud hevði sett tey.

13. juni 1525 giftist Luther við Katharinu Von Bora, ið var fyrrverandi nunna. Hann var 41 og hon var 26 ára gomul.

Luther helt ikki at hjúnarbandið var eitt sakramenti, og tí var ikki neyðugt at giftast í kirkju.

Luther og Katharina vóru vígd í kleystrinum, har tey skuldu búgva. Tað var presturin og vinurin Johannes Bugenhagen, sum var prestur í Wittenberg, ið vígdi parið. Bert heilt fá vóru til staðar. Brúdleypsveislan varð útsett í 14 dagar, so at foreldrini hjá Luther og vinir, sum búðu longur burturi, eisini kundu vera við. 

Kurfúrstin gav teimum eitt fyrrverandi kleystur til bústað. Tey fingu seks børn: Johann, Elisabeth, Magdalena, Martin og Margretha. Einasta ættargreinin eftir Lutheri, sum er á lív enn, kemur frá Margrethu.

Luther og Katharina høvdu stórt hús. Afturat teirra egna húski høvdu tey 11 børn til fosturs, tænastufólk, gestir og lesandi. Tað var lívligt í húsinum og nógvur tónleikur.

Katharina var eitt konubrot, og tað var hon sum stóð fyri tí peningaliga og øllum tí dagliga. Hon helt hús, passaði jarðarbrúk og bryggjaði øl, meðan Luther granskaði, skrivaði, kjakaðist og undirvísti.

Tá ið Luther hevði tungar løtur, og tær vóru ikki fáar, var tað Katherina, ið var um hann og helt honum uppi.

Luther var góður við Katharinu. Hon var ikki bara konan í húsinum, men eisini sera týdningarmikil í hansara arbeiði. Bøkurnar siga, at Luther plagdi at kalla hana “Mín lítla elskaða”, “Mín morgunstjørna úr Wittenberg” ella “ Mín harra Käthe.”

Luther dámdi væl at vera saman við fólki. Dagliga vóru tey um 40 fólk til borðs í húsinum. Luther helt borðtalur, har hann viðgjørdi ymiskt, og nógvar teirra eru kendar og verða lisnar enn.

Í sínum testamenti setti Luther Katharinu sum einaarving og sum verja hjá børnunum. Hetta var í stríð við tátíðar lóg, sum segði, at tá maðurin doyði, skuldi ein verji finnast at vera um konuna og børnini. Tað stóðst ruðulleiki av hesum, og tað hevði pengaligar avleiðingar fyri familjuna. Johannes Bugenhagen, tók sær av hesum trupulleikum.

Arbeiðsuppgávur: 

 

1 Hvønn leiklut hevði Katharina í húskinum hjá Luther?

 

2 Í Sparikassagarðinum í Havn er ein standmynd, sum eitur Maður og Kona. Janus Kamban (1913-2009) gjørdi standmyndina í 1972.

Standmyndin sæst til høgru.

 

a) Siga vit, at hetta eru Luther og Katharina, hvat hendir so, um hon flytir seg?

b) Hvar hyggur maðurin og hvar hyggur konan?
  
c) Skiftið orð í flokkinum um standmyndina, og hvat listamaðurin mann hava ætlað at prógva við henni.