Skip to main content

Lóg og náði

 

essay about community service hours best resume writing services chicago onlineLucas Cranach, eldri, (1472-1553) var kendasti týski rennesansumálarin í sínari tíð. Hann var úr lítla suðurtýska býnum Kronach og var vinmaður Luthers. Tí hevur hann ofta málað Luther og tikið nógv myndaevni úr Bíbliuni. Hesi myndaevni eru ofta heilt ítøkilig.

Luther talaði í prædikum ofta um lóg og náði, sum verður umrøddina í evangeliunum í Bíbliuni. Luther segði, at lógin krevur nakað av menniskjanum. Lógin vísur menniskjanum á misgerðir, ella syndir, og dømir so menniskjuni samsvarandi. Hinvegin gevur náði í evangeliunum lív. Evangeliið merkir gleðiboðskapur og boðar Guds náði til menniskjuni. Soleiðis lærdi Luther.

Lógin og náðin eru kortini ikki mótsetningar, men amboð í Guds hond. Tá er endamálið at frelsa menniskjuni gjøgnum prædiku í kirkjuni.

Í málninginum “Lóg og náði” (1529) lýsur Cranach kristna lívið frá føðing til deyða. Myndin, sum sæst omanfyri, er deild í tvey. Í miðjuni stendur eitt træ, tað er lívsins træ. Vinstri partur av trænum er følnaður og ber ongan ávøkstur, tað hoyrir til tann gamla sáttmálan, sum er Gamla testamenti. Høgru megin er træið livandi og ber ávøkstur, tí tað hoyrir til nýggja sáttmálan, Nýggja testamenti, sum er grundfest í trúnni á Kristus og náðina, sum sagt verður frá um í evangeliunum.

Vinstrumegin síggja vit Ádam og Evu í urtagaðinum í Eden, har tey lótu seg freista og settu seg upp ímóti Gudi. Vit síggja, at bæði deyðin og devulin reka Ádam út úr garðinum. Ádam og fólkini í hesum parti av málninginum líva á jørðini við hóttandi flammum ytst til vinstru. Vit síggja Móses við lógartalvunum, saman við teimum lærdu jødunum. Teir siga, at menniskjan kann frelsa seg sjálva eina og áleina við at yvirhalda lógina. Í baksýni síggjast tjaldbúðirnar hjá ísratelittum í oyðimørkini. Har vóru tey bitin av eiturormum. Einasta bjargingin var at hyggja upp á ein koparorm, sum Móses lat gera og setti upp á eina stong, sum er ein tilvísing til Jesu krossfesting í nýggja sáttmálanum. Ovast á luftini síggja vit Kristus í síni dýrd heima hjá Gudi áðrenn hann kom til jarðar.

Høgrumegin síggja vit krossfestingina. Jóhannes Doyparin peikar hinum falna Ádami á Kristus, sum er krossfestur. Trúgvin á hin krossfesta og upprisna Kristus, er sáttargerðin, sum reinsar hin gamla Ádam. Við sáttargerðini er lógin uppfylt og syndafallið bøtt. Undir krossinum stendur Lambið, sum Jóhannes Doyparin segði frá um: “Sí Guds lamb, ið ber synd heimsins!” Nú traðkar lambið á deyðan og devulin. Grøvin er tóm, og vit síggja Kristus fara til himmals. Úr erva sæst andin sæst koma til jarðar. Í baksýni sæst Jerúsalem.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvat skal vinstra síða á myndini siga okkum?

 

2 Hvat skal høgra síða á myndini siga okkum?

 

3 Hví mundi Cranach mála henda málning?

 

 

Orðafarágreiðingar:

Lógin: Tey 10 boðini og aðrar lógir í Gamla testamenti

Evangeliið: Merkir gleðiboð um at Guð sendi sín son til jarðar at frelsa heimin.

Sáttargerðin: At Jesus varð krossfestur.

Gamli sáttmálin.  Er at finna í Gamla testamenti. Tað er avtalan Gud gjørdi við Ísraels fólk, sum segði, at tey skuldu halda hansara boð, so skuldu tey vera Guds úrvalda fólk.

Nýggi sáttmálin: Er at finna í Nýggja testamenti. Við Jesu deyða á krossinum, gjørdi Jesus eina nýggja avtalu millum Gud og menniskju. Tey fáa syndanna fyrigeving. Avtalan er galdandi fyri øll fólkasløg, ikki bert jødar.