Skip to main content

Lív Luthers í 7 myndum

 

college essay lab e business plan sample dialysis center business planÍ 2017 eru 500 ár síðan reformatiónin byrjaði. Nógv fólk og nógv viðurskfiti gjørdu seg galdandi, tá rembingar elvdu til broytingar í kristnu kirkjuni í 1500 talinum. Semja er tó um, at høvuðsleiklutin hevði týski munkurin og presturin Martin Luther, sum festi í reformatiónina, tá hann skrivaði 95 tesur á kirkjudyrnar í Wittenberg hin 31. oktober í 1517.

Rasmus Juul hevur gjørt sjey tekningar úr lívi Luthers fyri donsku avísina Kristelig Dagblad, sum vóru tað tíðindi í dag. Trýst á rómaratalið frá I til VII og síggj tekningarnar og hoyr søguna í 7 filmsbrotum um Luther sambært Kristelig Dagblad.

 

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvussu verða tær 7 søgurnar um Luther fortaldar?

 

2 ”Breaking News” verður brúkt. Hvat merkir tað?

 

3 Kundu hesar 7 søgurnar um Luther verið tíðindi í Kringvarpinum í dag?

 

4 Eru frásøgusnildi, sum verða brúkt, ið benda á, at tær 7 søgurnar um Luther kundu verið aktuellar í tíðindunum í dag?