Skip to main content

Kirkjur og samkomur

 

Í Matteus 18, 20 í Bíbliuni stendur skrivað: ”Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.”

Hóast hetta einfalda skriftstað um at halda kirkju, eru nógvar stórar og vakrar kirkjur bygdar í Føroyum.

Wikipedia um kirkjur og samkomur

Á Wikipedia lesa vit, at ein kirkja er eitt hús, sum oftast hevur torn, og er ætlað til kristna gudstænastu.

Orðið "kirkja" kemur av grikska orðinum kyriakon og merkir, "Vígt Harranum". Tað verður sagt bæði um húsið, har gudstænasta verður hildin og um tey, sum ganga í kirkjuni.

Umframt kirkjur eru nógv samkomuhús í landinum. Sakomuhúsini hava sama endamál sum kirkjurnar.

Tvær ymsar Bíbliur

Smá frábrigdi eru, so sum at bíbliutýðingin hjá Jákup Dahl og Kristian Osvald Viderø verður brúkt í kirkjuni, meðan bíbliutýðingin hjá Victor Danielsen verður brúkt í samkomunum.

Sálmabók og Sangbók

Í kirkjuni verður sungið úr sálmabók, meðan sungið verður úr sangbók í samkomunum. Meðan fríkirkjur kunnu syngja við niðurlagi, er hetta ikki siðvenja í fólkakirkjuni, hóast sangurin ella sálmurin er hin sami.

Í ymsu kirkjunum kunnu vera jarðarferð, brúðarvígsla, dópur, konfirmatión, breyðbróting, møti, konsertir og onnur tiltøk, sum kirkjan loyvir.

Gamlar og nýggjar kirkjur

Fleiri kirkjur í Føroyum eru gamlar, og bygdar í eyðkendum sniði, til dømis svartar við flagtekju og hvítum torni. Aðrar eru nýggjar og øðrvísi, til dømis tann í Hoyvík, sum er hin nýggjasta.

Elsta kirkja í Føroyum er Ólavskirkjan í Kirkjubø, sum er meir enn 900 ára gomul. Hon sæst á myndini til høgru.

Skattur ella tíggjund

Fólkakirkjurnar og tey sum starvast í kirkjuni verða fíggjað við almennum kirkjuskatti. Aðrar kirkjur og samkomur verða ikki fíggjaðar á henda hátt. Onkur samkoma brúkar fyribrigdið tíggjund, sum er eitt slag av frívilligum skatti ella gávu.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Kannið eftir, hvussu nógvar kirkjur og samkomur eru í Føroyum. Brúkið heimasíðuna hjá kirkjuni og kristnibøkur hjá Námi, Kristni 5 og Kristni 6.

 

2 Kundi tað hugsast, at øll í landinum, sum vilja ganga í kirkju ella samkomu, møttust á einum stað og hildu seg til tað einu kirkjuna ella einu samkomu og onga aðra? Skiftið orð í flokkinum um, hvat talar fyri og ímóti hesum.

 

3 Hví verða summar kirkjur bygdar og fíggjaðar við almennum skatti frá okkara lønarinntøkum, meðan aðrar kirkjur ella samkomur ikki verða rindaðar á sama hátt? Skiftið orð um hetta í flokkinum.

 

4 Finnið eina kirkju ella samkomu, sum byggir eitt hús til sítt virksemi. Gerið samrøðu við fólk, sum standa fyri virkseminum. Spyrjið, hvør fíggjar og hvussu arbeiðið er skipað. Leggið fram fyri flokkinum, tá liðugt er.