Skip to main content

Cranach og Luther

 

Málningalistin varð á døgum Luthers eisini nýtt sum eitt amboð at staðfesta tað, sum retormatiónin stóð fyri. Myndlistin var eitt maktamboð. Hendan myndin er eitt gott dømi um tað. Lucas Cranach, yngri, (1515-1586) málaði í 1555 hesa minningartalvu yvir Johann Friedrich kurfúrsta, sum stuðlaði reformatiónini.

Tað serliga við hesum málningi er, at málarin setur bæði Luther og Cranach, eldra, inn í myndina. Teir eru ytst høgrumegin. Báðir eru deyðir, tá málningurin er gjørdur. Teir báðir verða sostatt ein liður í boðanini av rætta gleðiboðskapinum. Tað, sum teir søgdu og gjørdu, fær harvið ein heilt annan myndugleika. Málarin setur teir beint undir Kristusi.

Málarar endurnýttu ofta sama myndevni, ella partar av tí í øðrum myndum. Tá á døgum var tað ikki mett sum kopi. Her nýtir Cranach ein part av málninginum “Synd og náði”, sum pápin málaði í 1529.

Myndamálið er ítøkiligt. Vinstrumegin síggja vit hin sigrandi Kristus, sum stendur á deyðanum og devlinum. Hann heldur á einum spjóti, sum er gjøgnumskygt. Ovast á spjótinum er eitt gjøgnumskygt merkið, vit síggja tað ikki, men har stendur: “Sí Guds lamb”. Í miðjuni hongur hin krossfesti Kristus. Jóhannes Doyparin peikar á hann, frelsaran. Við síðuna á honum stendur Cranach, eldri, pápi málaran, við samanløgdum hondum og hyggur at teimum, ið hyggja at málninginum. Uttast til høgru stendur Luther.

Luther, Cranach og Jóhannes Doyparin eru klæddir sum fólk vóru tá í tíðini. Luther heldur á eini opnari bíbliu og hyggur upp, kanska á merkið á spjótinum. Ein blóðstrála gongur frá tí krossfesta og niður á hin biðjandi Cranach. Luther, sum er við hansara lið, kann tá lesa og skilja Bíbliunnar orð, sum siga: “Sí Guds lamb, sum ber synd heimsins.”

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hví málaði Cranach henda málningin?

 

2 Hvat vil Cranach siga við hesum málningi?

 

3 Kundi tú hugsað tær, at ein tílík mynd varð málað í dag?