Skip to main content

Kommunur í Føroyum

 

creative writing retreats issa case study help easy steps to write an essayTað eru 30 kommunur í Føroyum. Í 2017 verða 29 kommunur. Vit velja fólk í kommunustýrini fjórða hvørt ár. Tey, ið verða vald, skulu taka avgerðir vegna borgararnar í kommununi. Kommunurnar í Føroyum eru ógvuliga ymiskar í stødd.

Skúlin, tú gongur í nú, er kommunalur. Hetta merkir, at kommunan ella býráðið eigur og rekur skúlan. Tað er skylda hjá kommununi at syrgja fyri, at børnini í kommununi fáa undirvísing.

Kommunur í Føroyum - søguligt baksýni

Danska ríkisgrundlógin varð sett í gildi, tá ið danski kongurin, Fríðrikur 7., undirskrivaði hana 5. juni 1849. Grundlógin bygdi á tankan um at fólkið skuldu ráða.

Tórshavn, sum er elsta kommuna í landinum, fekk kommunalt sjálvstýri í 1866 og gjørdist keypsstaðarkommuna.

Bara menn kundu veljast í býráðið tá. Fútin var fastur limur í býráðnum til 1908; eftir tað vóru allir limirnir fólkavaldir.

Kvinnur fingu ikki valrætt og gjørdust valbærar fyrr enn í 1916.

Í 1872 fingu Føroyar lógina um landkommunur. Føroyar vórðu so skipaðar í 8 kommunur. Útgangsstøðið fyri kommunurnar vóru prestagjøldini.

Kjarnuuppgávurnar hjá kommununi vóru fyrst og fremst at síggja til, at øll børn í kommununi fingu undirvísing, og so hevði kommunan ábyrgdina av at gera vegir og lendingar. Harumframt skuldi kommunan veita fátækrahjálp.

Lógin um kommunur, sum kom í 1872 gjørdi, at nú fingu fleiri fólk enn áður størri vald og ávirkan í landinum, og síðani 1872, hava kommunurnar fingið størri og størri týdning. Nú á døgum eru tað kommunurnar, ið veita borgarum nógvar grundleggjandi tænastur, sum tær ikki gjørdu fyrr.

Núverandi kommunurnar eru ógvuliga ymiskar í stødd, bæði tá ið vit tosa um vídd, fólkatal og pengar. Summar kommunur hava nógvar pengar at umsita og arbeiða við; aðrar hava ikki.

Áðrenn vit fingu kommunur (áðrenn 1872) vóru tað tey, ið áttu jørðina, sum høvdu valdið. Vanligt var tá, at viðurskiftini í markatalsbygdini vórðu viðgjørd á grannastevnu , har øll tey – og bara tey, sum høvdu jørð, sluppu atkvøða.

Av tí at samleikin hjá føroyingum frá gamlari tíð fyrst og fremst lá í bygdini, har tey áttu jørð, kom áhugin hjá fólki í eini bygd fyri aðrari bygd í kommununi eisini at verða lítil, og fólk dámdu illa at skula gjalda fyri tað, sum varð gjørt í aðrari bygd í kommununi. Tað førdi við sær, at kommunurnar skjótt fóru sundur. Serliga sóknir við nógvum virksemi, vildu sleppa at ráða sær sjálvum. Úrslitið varð, at 100 ár eftir, at Føroyar vóru skipaðar í 8 kommunur, (í 1972) var talið vorðið til 50 ymiskar kommunur.

Nú, 145 ár seinni (2017), eru Føroyar býttar í 29 kommunur, og arbeitt verður støðugt við at fáa smærru kommunurnar at leggja saman í størri eindir, so vit fáa færri kommunur enn nú og kanska heldur nærkast upprunatalinum frá 1872.

Kommunustýrið ger av, hvat pengarnir í kommunukassanum verða brúktir til m.a. hvussu nógv skal brúkast til skúlar, eldrarøkt, vegir, bygningar, byggiøki til sethús, barnatannrøkt, sløkkilið, gøtuljós, ítróttahallir, atløgubryggjur, vatn, kloakk, kirkjugarðar, ruskburturbeining, bussar o.s.fr. Kommunan vil, at øll skulu hava tað gott; bæði fólk og vinnulív. Hevur kommunan skapað karmar um eitt ríkt vinnulív, so fær hon arbeiðspláss afturfyri, og so koma fleiri skattapengar í kommunukassan, sum so aftur kann gera virksemi í kommununi uppaftur størri.

Kommunan hevur ymiskar inntøkukeldur. Fólk, búsitandi í kommununi og fyritøkur í kommununi gjalda skatt bæði til land og kommunu. Øll gjalda sama prosental í kommunuskatti. Tað er ikki galdandi fyri skattin, ið fólk gjalda til landið. Eisini gjalda borgarar í eini kommunu fyri summar tænastur, sum t.d. at hava børn í barnagarði og vøggustovu.

Kommunan fær eisini og kann lána pengar frá landinum fyri at røkja ymiskar uppgávur fyri landið.

Finn svar í tekstinum

1. Nær fingu vit kommunur í Føroyum?

2. Hvat er ein kommuna?

3. Hvør hevur valrætt til kommunuval í Føroyum?

4. Hvussu fáa kommunurnar inntøkur?

5. Hvørjar uppgávur hava kommunurnar at røkja?

Hugsa sjálv/ur

1. Tosið um kommununa, sum tú býrt í. Hvussu eitur hon? Farið inn á heimasíðuna hjá kommununi og finnið útav, hvussu nógv fólk búgva í kommununi.

* Hvør politiskur flokkur er størstur í kommununi? (um uppstillingin er politisk)

* Er uppstillingin ikki politisk, hvør listi til seinasta val var størstur?

* Hvussu eitur borgarstjórin í tínari kommununi? Hvønn flokk hoyrir hann til?

* Hvørjir aðrir flokkar eru umboðaðir í kommunustýrinum?

2. Hvussu nógvar kvinnur og menn sita í kommunustýrinum. Hvussu sær býtið út í prosentum?

3. Hvussu nógvir av kommunustýrislimunum arbeiða á almenna arbeiðsmarknaðinum, og hvussu nógvir á tí privata arbeiðsmarknaðinum?

4. Tekna búmerkið hjá tínari kommunu og ger tær nakrar tankar um, hví tað sær júst soleiðis út...

5. Finn út av, hvussu nógvar atkvøður teir ymisku flokkarnir/listarnir fingu til seinasta val. Tekna eitt stabbadiagram....

6. Hyggið at seinastu fíggjarætlanini hjá kommununi. Hvussu stór er hon? Hvat kostar mest? Hvar stava inntøkurnar hjá tínari kommunu frá? Tekna eitt sirkuldiagram...

7. Fá fatur í einum verandi ella komandi kommunupolitikara. Finn útav, hvørji mál hann/hon heldur hava serliga stóran týdning...

8. Setið tykkum í bólkar! Tit eru nú sett í starv hjá kommununi. Gerið eina lýsing/faldara, sum lýsir tykkara kommunu. Endamálið við lýsingini er at fáa fólk at flyta í kommununa...

(lýsingin kann vera ein plakat, ein framløga, eitt dias, ein filmur – valið er tykkara)