Skip to main content

 

Lívið hjá Robinson broyttist við Fríggjadegi

belonging creative writing stimulus term papaerEin skotsk søgn sigur, at í 1704 bleiv ein skotskur sjómaður, Alexander Selkirk, settur í land á eini oydnari oyggj í Kyrrahavinum. Har búleikaðist hann einsamallur í fýra ár. Rithøvundurin, Daniel Defoe, hoyrdi søgnina um hann, og skrivaði bókina um Robinson Kruso. Hana hevur tú kanska lisið ella hoyrt um.

Alexander hevði ikki fyri neyðini at hugsa um nakran annan enn seg sjálvan. Hann át tað, ið var etandi, og annars gjørdi hann, sum hann vildi.

Men hann var ikki glaður. Hann var einsamallur. Eingin hjálpti honum, tá ið hann var sjúkur, og hann hevði ongan at tosa við. Men lívið broyttist, tá ið Fríggjadagur kom í oynna. Nú vóru teir tveir og kundu gera alt saman.

 

Kjarnin í samfelagnum - familjan og nærumhvørvið

Menniskju hava altíð livað saman í samfeløgum. Tá ið tú vart føddur, var nærmasta familjan lítla samfelagið hjá tær. Tú lærdi at liva saman við øðrum menniskjum. Mamma, pápi og systkin fjálgaðu um teg og ávirkaðu teg, og tú ávirkaði tey. Tú fórt í barnagarð, í skúla, og fekst vinir. Familjan, barnagarðurin, skúlin og vinirnir vóru samfelagið hjá tær. 

Nú ert tú tannáringur og hevur fingið fleiri rættindi og fleiri skyldur. Tú ert partur av einum størri samfelag enn áður.

  

Tín kommuna er eisini títt nærumhvørvi

Kommununi, tú býrt í, ert tú eisini partur av. Endamálið hjá kommununi er, at vit sum búgva í henni, skulu kenna okkum trygg og vird. Í kommununi búgva nógv ymisk menniskju. Menniskju, sum hava ymiskar fortreytir í lívinum, ymiska mentan, ymisk áhugamál, ymiskan húðarlit, ymiska átrúnaðarliga bakgrund, politiska áskoðan o.s.fr. Av tí at vit eru so ymisk, so eru vit eisini ósamd um, hvussu okkara kommunusamfelag skal skipast – tað er avbjóðingin!

Nú stundar til kommunuval, og fólk stilla upp og vilja verða vald, so at tey kunnu ávirka og taka avgerðir í kommununi, sum tey búgva í. Hyggur tú eftir valplakatum, valsendingum í sjónvarpinum, á Facebook og aðrastaðni, so sært tú hesi fólkini, sum royna at føra síni sjónarmið fram. Onkur vil hava skattin niður, onkur vil fjálga um børnini og tey ungu, og onkur vil byggja nýtt ellisheim og nýggjan brimgarð.

 

TÚ og fólkaræði

Um fýra ár, tá ið næsta kommunuval er, hevur TÚ, sum nú gongur í 7., 8. ella 9. flokki, høvi at velja eitt umboð í kommununa; ella kanska verður tú eitt av valevnunum?

Tað hevur tí alstóran týdning, at tú gert teg til reiðar at taka støðu, lærir teg at lurta og vera atfinningarsaman og dugir at greiða frá, hvat tú heldur hevur týdning í tínari kommunu, sum jú eisini er TÚ!