Skip to main content

Tak handan mannin!

dissertation dedication page dissertation statistics phd thesis massachusetts institute of technologyÍ einum ljóðbroti frá einum hondbóltsdysti í Klaksvík 13. mars í 2012, rópar ein maður: “Tak handan mannin!” Persónurin, sum sipað verður til er kvinna.

Uppgávur:

  • Lurta eftir ljóðbrotinum og les tíðindini í Kringvarpinum um hendingina. Hvat er hent og hvør er gongdin í málinum?
  • Er tað rætt og rímiligt, at fólk kunnu rópa hvat tey vilja, bara tí tey kappast? Er nakað mark?
  • Hvør skal so gera av, hvar markið í hesum føri er?

 

Ljótasti maður er ein - kvinna!

Ein av kendastu hvítu sangarinnum at syngja blues, er Janis Joplin. Í nýggja filminum Little Girl Blue kemur fram, at meðan Janis gekk í skúla í heimbýnum í Texas, vann hon eina kapping, sum lestarfelagarnir skipaðu fyri. Vinningurin var: “The ugliest man on campus”.

Uppgávur:

  • Hvat merkir atkvøðugreiðslan og hvat sigur hon um skúlan?
  • Hvat kalla vit í dag tílík átøk? 
  • Leitið á netinum og finnið konsertupptøkur við Janis Joplin. 
  • Hvussu varð hennara lagna?