Skip to main content

Marjun er størst, men flestu eru menn

Bókin ”Skriva í sandinbuy online essays homework year 1” hevur seinastu árini verið mest lánta floksett í Námi. Høvundur er Marjun Syderbø Kjelnæs, sum hevur fingið starvsløn í trý ár at skriva skaldskap. Tá pensumlistar vóru gjørdir í skúlaverkinum, vóru tekstir hjá Marjuni teir mest brúktu í føroyskum.

J.K. Rowling hevur skrivað heimsins mest seldu bókarøð, hana um Harry Potter. Hon hevur selt meir enn 400 mió bøkur.

Merkir tað, at kvinnur hava maktina í bókmentaheiminum?

Innan føroyska myndlistasøgu eru kvinnur, sum til dømis Sigrun Gunnarsdóttir, niðanfyri, ið hevur myndprýtt kristnibøkur hjá Námi, og Ruth Smith, ið dyggiliga hevur gjørt vart við seg, eisini í nýggjum framsýningum sum ”Tvær sterkar” í Listaskálanum í 2015.

Í 2008 kom bókin ”Livandi list”, har Inger Smærup Sørensen lýsur 49 nútíðar føroysk listafólk. Teirra millum eru 15 kvinnur.

Uppgávur:

Kannið eftir, hví søgur hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs munnu vera so nógv lisnar í skúlunum. Eru hennara bøkur lisnar í øðrum londum eisini? Hvør føroysk bók hevur fyrr verið hin mest lisna í skúlanum? Spyrji ein bókmentafrøðing ella ummælara, so tit fáa nærri at vita um kvinnuligar og mannligar rithøvundar. Er munur á teim evnum, sum føroyskir menn og føroyskar kvinnur skriva um í teirra bókum? Bjóðið einum rithøvundi av hvørjum kyni í skúlastovuna. Spyrjið, hvussu møguleikarnir eru at liva av at vera rithøvundur og svara hvørjum sítt í Føroyum í dag. Kundu møguleikarnir verið øðrvísi? Eru møguleikarnir bundnir at kynsligari fatan í samfelagnum? Fáa fleir menn enn kvinnur starvsløn fyri at arbeiða sum rithøvundar? Hevur ein virkin rithøvundur stóra makt í Føroyum?

Hyggið í føroyskar listabøkur, hvussu nógvar kvinnur kunnu skrásetast í føroyskari myndlist. Farið síðan í Listaskálan at kanna, hvussu nógvar kvinnur eru sjónligar í føroysku myndlistini, sum har er. Heftið tykkum við Ruth Smith og lýsið hana. Er nakað eyðkenni við hennara málningum? Hvar búði hon? Metið, um hon fyllir nóg nógv í føroyskari list. Hvat er nóg nógv og hvør ger av, hvat tað er? Hvørjir eru høvundarnir at bókum um list? Spyrjið ein listfrøðing, hvat hon ella hann heldur um kvinnur í føroyskari list. Kundu tær fylt meir og verið fleir? Hevur eitt virkið myndlistafólk stóra makt í Føroyum? Hvussu eru møguleikarnir at liva av myndlist í Føroyum? Vitjið eina listakvinnu, sum arbeiðir við myndlist. Havið kamera við og gerið eina reportasju úr verkstaðnum hjá listakvinnuni. Hon skal frítt sleppa at lýsa gerandisdagin og tær uppgávur, hon hevur. Kundu tær verið fleiri? Hvørjar?