Skip to main content

Hvat sigur lógin um javnstøðu?

Javnstøðulógin, sum kom í gildi í 1994, kann lesast í almenna lógasavninum á netinum.  

Lógasavnið inniheldur ta til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu í Føroyum. Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni umsitur savnið og heimasíðuna.

Henda tænasta ger, at vit kunnu leita á telduni eftir heilum lógum ella einsamøllum orðum, sum standa í lógini.

Lógirnar hava yvirskrift, nummar og dagfesting. Hvør lóg er sett upp í pørtum við greiðari yvirskrift.

Í lógarsmíði er umráðandi, at teksturin er greiður og ikki kann misskiljast. Tí kann lógartekstur í fyrstuni verða torførur at skilja. Men lesa vit aftur, eigur alt at verða greitt.

Í hvørjum parti er eitt lógargreinarmerki, §, sum aftur kann verða býtt í stykki.

Her er uppgávan at finna Javnstøðulógina, sum er í 7 pørtum og telur 15 lógargreinarmerki.

Loysið hesar uppgávur, tá tit hava funnið Javnstøðulógina:

 

  • Hvørjar bindingar leggur Javnstøðulógin í § 3 á arbeiðsgevarar, tá umræður kyn?
  • Kunnu menn og kvinnur fáa ymsa løn fyri sama arbeiði?
  • Kannið eftir, hvussu inntøkan er hjá kvinnum, sædd í mun til inntøkuna hjá monnum!
  • Er loyvt at siga eina konu upp, tí hon er uppá vegin?
  • Hvussu verður tað kallað, at verða uppá vegin í hesum lógarteksti?
  • Er tað heppið at hava ymisk orð fyri somu viðurskifti, tá vit skulu verða greið, og eitt mál skal takast upp til dóms?
  • Hvat mál verður tosað í rættinum?
  • Hvat kunnu arbeiðsfólk gera, sum halda seg vera fyri mismuni av kyni?
  • Hvør er munurin á Javnstøðunevndini og Demokratia?

 

Javnstøða hevur samfelagsligan týdning

Tá Kristianna W. Poulsen var forkvinna í Javnstøðunevndini, heitti felagsskapurin Amnesty International á hana, at skriva um CEDAW sáttmálan. Greinin, sum hon skrivaði í 2009, kom í savnið Sameindu Tjóðir og Mannarættindi, sum Fróðskapur gav út hetta árið. Her eru tvey brot úr greinini og niðast er slóð til alla greinina:

"Í roynd og veru er vantandi javnstøða fyri kvinnur mangan tengd at vanahugsan og fordómum, ið hava samband við siðvenju og fatanina av, hvørja støðu menn og kvinnur eiga at hava og hava í samfelagnum."

"Vit fingu javnstøðulógina í 1994. Og 14 ár eftir varð orðið javnstøða fyrstu ferð at síggja í einum samgonguskjali. Hetta var samgonguskjalið hjá sonevndu CHE-samgonguni við Javnaðarflokkinum, Miðflokkinum og Tjóðveldi eftir løgtingsvalið í januar 2008. Her varð ført fram, at samgongan skuldi arbeiða fyri at fremja javnstøðu. Eisini í samgonguskjalinum hjá ABC-samgonguni við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum frá september 2008 stendur at lesa, at virkað verður fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og í samfelagnum annars. Í 21. øld og nærum 22 ár eftir, at Føroya løgting samtykti Kvinnurættindasáttmálan, tykist føroyska samfelagið at hava fingið eyguni upp fyri, at javnstøða millum kyn hevur samfelagsligan týdning."

Her er slóð til alt skrivið!

Í nývaldu Javnstøðunevndini sita nú: Ólavur Ellefsen, formaður, Guðrið Joensen, Lív Patursson, Niels Winther og Súsanna Olsen.