Skip to main content

Nie Wieder Krieg

free powerpoint slides dissertation service uk 2010Hetta undirvísingaruppleggið vendir sær til næmingar og lærarar í hádeild. Evnið er kríggj og sensurur í myndlist við dømi í list hjá týsku Käthe Kollwitz (1867-1945). 

Tið:

4 tímar (2 dupulttímar)

Tilfar: 

Leitið fram grafiska list og standmyndir á netinum, sum Käthe Kollwitz hevur gjørt. Býarbókasavnið hevur nakrar bøkur við list hjá Käthe Kollwitz.

Bíleggið ein listfrøðing ella eitt lokalt listafólk at siga frá um politiska list og um sensur við støði í virkseminum hjá Käthe Kollwitz.

Undirvísingargongd:

1.-2. tími:

"Nie Wieder Krieg", aldri aftur kríggj, sigur tekningin hjá týsku Käthe Kollwitz. Setið tykkum í hennara stað: Hon upplivdi fyrra heimsbardaga og varð so skakað av krígnum, at hon fór at tekna, mála, prenta og gera standmyndir móti kríggi og órætti. Tá nasistarnir komu til, misti hon allar uppgávur og slapp ikki at sýna fram. Í listini brúkti Käthe barnaminni um krígsins ræðuleikar. Í einum savni í Berlin er bara ein standmynd inni. Tað er syrgjandi mamman við deyða soninum í føvninginum, sum sæst til vinstru. Käthe Kollwitz gjørdi hana. Takið støðu til, um persónlig inspiratión kann elva til stóra list. Síggja vit inspiratiónina í verkunum? Greið stutt frá um tey verk, sum tit velja at hyggja eftir.

3. tími:

Í Føroyum eru eisini listafólk, sum brúka barnaminni ella onnur ytri viðurskifti, sum síggjast aftur sum symbol í listini. Kannið listina hjá Sigrun Gunnarsdóttir í Kristni 4, bls. 14-15, og greinið, hvussu hon brúkar listina at lýsa skapanina í Bíbliuni. Onnur listafólk at kanna fyri at fáa eyga á ein íbornan symbolikk eru Oggi Lamhauge, Øssur Johannesen, Marius Olsen og Edward Fuglø. 

4. tími:

Bíleggið ein listfrøðing ella eitt lokalt listafólk at siga alment frá um politiska list og um sensur við støði í verkunum og virkseminum hjá Käthe Kollwitz.