Skip to main content

Lukka fatti barnið...

Drongurin á sandinum 

Ræðuligastu myndir, vit kunnu síggja í miðlunum, eru av deyðum børnum, har sum kríggj ella vanlukka hevur verið. Nilufer Demir er turkiskur pressufotografur. Hon tók myndina av deyða dronginum á turkisku Bodrum-strondini. Myndin fór um alla verðina. Trýst á myndina høgrumegin og fylg við, hvussu sjónvarpsrásin CNN greiðir frá um hesa myndina. Svara síðan spurningunum niðanfyri:

  • Hvør er munurin á eini pressumynd og eini vanligari mynd, sum vit sjálvi hava tikið?
  • Hvat er ein góð pressumynd? Finn dømi um eina góða pressumynd og grundgev!
  • Hvønn týdning hevur ein forsíðumynd fyri blaðið, sum er til sølu á gøtuni beint nú?
  • Er nakað mark fyri, hvussu sjokkerandi ein forsíðumynd kann verða? Um so er, hvør skal seta markið?

Myndir sum broyttu heimin

Norski pressufotografurin Harald Henden fotograferar fyri avísina Verdens Gang. Høgrumegin sigur hann frá egnum royndum í 25 ár. Hann greiðir eisini frá, um ein pressumynd kann hugsast at broyta flóttafólkakreppuna, sum vit uppliva í løtuni. Trýst á myndina høgrumegin, og svara so spurningunum niðanfyri:

  • Hvat heldur pressufotografurin um myndina av deyða sýriska dronginum?
  • Er tað ein góð mynd, ella ein ring mynd? Hví?
  • Hvat kann myndin brúkast til?
  • Hvønn týdning hava myndir yvirhøvur í øllum okkara miðlum?
  • Greið frá arbeiðslívinum hjá hesum fotografinum seinastu 25 árini.
  • Hvat hevur hann upplivað?
  • Kundi tú hugsað tær hansara starv?

Ein 7 ára gomul genta úr Sýria, sigur frá at vera flótti

Nú er hon komin til oynna Lesbos í Grikkalandi, har føroyingar eisini hava hjálpt flóttafólkum. Nú vónar hon, at allir vinir og vinkonur fara at møtast. Hon vónar eisini, at hon sleppur heim aftur til Sýria, og at alt í heimlandinum tá verður sum fyrr. Í meðan síggja vit myndir úr Sýria, sum er oyðilagt av kríggi. Hyggið eftir filminum og skifti orð um at hjálpa flóttafólkunum:

  • Kunnu vit gera mun?
  • Hvussu?
  • Á staðnum?
  • At senda teimum pengar, klæði og mat?
  • Skulu vit bjóða teimum at búgva hjá okkum?

Huffington Post um børn í Sýria í 2015

Avísin Huffington Post, sum bara er á netinum og ikki á pappíri, hevur í ár valt at endurgeva myndir av spælandi børnum í krígsherjaða Sýria. Niðanfyri eru tríggjar tílíkar pressumyndir. Undir myndunum stendur nær og hvar tær eru tiknar. Hyggið at myndunum og tosið um, hvat tær siga tær sum lesara.

Ein yrking: tað er ikki so torført

Á Facebook skrivar rithøvundurin
Sólrun Michelsen (f. 1948)
hesa yrking 10. oktober í 2015:

tað er ikki so torført

veruleikasjónvarp av bestu góðsku
borðreitt á gullborðiski
har tú situr
við einum kaffimunni
ella eini øl
í bleytu sofuni ella í yndisstólinum
klæddur við einum føroyskt vovnum ullteppi
at gera upplivilsið heitari
hasin lítli
sum liggur og skolar í sjóvarmálanum
so bleytur og heitur var hann
at halda um
allar ommur vita tað
eisini mammur og pápar vita tað
eyguni sum hugdu blíð og álítandi at tær
liggja nú í sjónum
har tey verða vaskað
fyri at trúgva upp á miskunnsemi
sum tey fyrr vaskaðu munnin
á børnum við sápu
tá tey søgdu okkurt
sum ikki skuldi hoyrast
øll hasi fólkini
sum renna undan sum rópa
sum biðja sum bøna sum banna
og hótta
ansið tykkum fyri teimum
tey fara at spilla landið
satans yngul er hatta
hasi stóru brúnu eyguni á hasum lítlu
so ósek tey tykjast
verð tilreiðar søgdu skótarnir
bardagin í mannafelsdali kundi enn einaferð
gjørst veruleiki
belsmenni eru tey
herskin at svølgja


ansið tykkum siga tey
elska næstan segði hann

Svara hesum spurningum:

  • Hvat er evnið í yrkingini omanfyri?
  • Hvør er sjónarvinkulin?
  • Hómast nakar samfelagskritikkur í orðavalinum?
  • Er frásøgufólkið maður ella kvinna? Er nakað orð, sum bendir annan vegin?
  • Greið frá vendingini ’satans yngul’
  • Seinasta orðið í orkingini er ’hann’. Hvør er hann?
  • Tak støðu til, hvat yrkjarin mælir okkum til at gera.

Yrkingar á breddan

Meðan aðrir miðlar brúka ræðandi myndir av deyðum børnum, hevur danska avísin Politiken sett eina yrking á forsíðuna. Avísin letur ein av fremstu donsku yrkjarum á okkara døgum, Henrik Nordbrandt, sum hevur ferðast nógv í Evropa, lesa og skriva eina yrking um krígsbørn. Lesið donsku yrkingina og svarið spurningunum niðanfyri.

 

  • Yrkjarin sigur sjálvur at hetta er propaganda. Er góð og ring propaganda til? Hvat er hetta?
  • Átekur yrkjarin sær nakra ábyrgd fyri flóttafólkum?
  • Kann ein yrking gera mun í kjakinum um flóttafólk?