Skip to main content

Flýggjan

free math problems how to write a conclusion for a paperEvnið flóttafólk kann tykjast at vera eitt ógvuliga stórt evni, at taka upp í miðdeildini. Flóttafólk hava altíð verið, og evnið kann snúgva seg um alt frá ísrealsfólki í útlegd, til jødatýning í Nazi-Týsklandi, ella flýggjan undan náttúruvanlukkum og kríggi um allan heim beint nú.

Í hesum upplegginum verður dentur lagdur á, at næmingarnir fáa innlit í, hvussu tað er at vera flóttafólk. Hetta kann menna førleikan at skilja og góðtaka menniskju úr øðrum mentanum og við øðrum átrúnaði. 

Evnið er býtt í trý:

  • Flýggjan - hvat er tað?
  • Hví flýggja menniskju?
  • At búgva í flóttafólkalegu

Afturat hesum eru uppskot um bóltspøl o.a., sum leggja upp til at práta um kríggj, flóttafólk og at flýggja. 

Tilfar til læraran og uppgávur til næmingarnar eru í høgra bredda.

 

 

Vegleiðingar og uppgávur

Flýggjan - hvat er tað?

Hví flýggja menniskju?

At búgva í flóttafólkalegu