Skip to main content

Á ferð í Dadaab

Her búgva 500.000 flóttafólk. Hetta er heimsins størsta flóttafólkalega. Hon eitir Dadaab og er í eystara parti av Kenja í Afrika.

  • Finnið landið í atlasinum hjá Námi (bls. 135).
  • Hvørji eru grannalondini í hesum parti av Kenja?
  • Hyggið á bls. 136 í atlasinum hjá Námi, lesið kortini 1-6, og kannið eftir, hvussu framtíðin er í hesum parti av Kenja.
  • Hvar eru størstu broytingar í fólkatali, hvar er ferðafólkavinna og hvar er búskaparligt virksemi í Kenja?
  • Dadaab hevur verið til í 20 ár. Á ensku heimasíðuni eru nógvar søgur frá flóttafólkum úr mongum londum. Niðast, longst til høgru, sæst orðið diaspora. Trýst á orðið og les enska tekstin um diaspora.
  • Skiftið orð í flokkinum um diaspora. Hvat merkir diaspora?
  • Her hjá okkum tosa vit ofta um útisetar. Hvat er tað, samanborðið við diaspora?
  • Eru føroyskir útisetar av fríum vilja í einum øðrum landi? Hvat gera teir har? Koma teir aftur?
  • Kennir tú onkran útiseta? Kundi tú hugsað tær, at teir ikki sluppu heimaftur?
  • Fleiri søgur eru á heimasíðuni um flóttafólkaleguna Dadaab. Far til profiles og finn søguna um Liban Rashid (3:39 min)
  • Hvørjum landi er Liban úr?
  • Hvar er Liban nú?
  • Hvar er pápin?

Leita sjálv/ur á heimasíðuni hjá flóttafólkaleguni Dadaab. Finn eina søgu á síðuni, sum tú sigur fyri flokkinum.

·         Hvat hevði tú gjørt, um tú búði í hesari flóttafólkalegu í ein dag?