Skip to main content

Børn hava rætt til heilsuhjálp

 

Lógargrein 24 í Barnarætindasáttmálanum snýr seg um, at børn hava rætt til best møguliga heilsustøðu og at fáa heilsuhjálp, um tey eru sjúk og viðbrekin kropsliga ella sálarliga.

Foreldrini taka vegna barnið avgerð um læknaviðgerð, so leingi barnið er undir 15 ár. Men øll børn hava rætt til upplýsing um sína sjúku og læknaviðgerð, og læknin skal taka meiningina hjá barninum við, tá ið hann metir um, hvørja viðgerð barnið skal hava.

Børn, sum eru 15 ár og eldri, hava rætt at velja, um tey vilja verða viðgjørd ella ikki. Tey hava t.d. rætt at avgera, hvat slag av læknaviðgerð, tey vilja hava, og um tey skulu taka heilivág. Tey hava eisini rætt til at lesa sína sjúkrajournal. Hóast børn, sum eru 15 ár og eldri, sjálvi kunnu taka støðu til sína læknaviðgerð, skulu foreldrini kunnast um avgerðirnar hjá barninum.