Skip to main content

Børn hava rætt til at búgva saman við ella hava samband við síni foreldur

 

Í lógargreinunum 9 og 18 stendur, at eitt barn hevur rætt til at búgva saman við sínum foreldrum uttan so, at tað ikki er gott fyri barnið.

Foreldur hava ábyrgd av børnum sínum, til tey verða 18 ár. Tað merkir, at tey skulu ansa eftir børnum sínum og syrgja fyri, at tey hava tað gott og trygt og mennast best møguligt. Men í summum førum megna foreldur ikki at uppala og hava umsorgan fyri børnum sínum. Tað kann til dømis vera, tí tey eru sálarliga sjúk, drekka ella taka rúseitur. Tá hava børnini rætt til at fáa hjálp frá barnaverndini. Hóast børn kanska fara til eina fosturfamilju ella á ein stovn at búgva, so hava tey rætt til at hava samband við foreldrini uttan so, at tað ikki er gott fyri tey.

Dømi:

Eg flutti til eina fosturfamilju at búgva, tá eg var 10 ára gomul. Eg eri mittasta barn av fimm systkjum, og vit búgva øll hjá fosturfamiljum.

Tað var torført at búgva heima hjá foreldrum mínum, tí foreldur míni vóru ofta full. Tá tey vóru full, megnaðu tey ikki at taka sær av okkum, tí tey vóru úti og mólu ella lógu og svóvu. Eingin var at skifta blæðuna hjá líttla beiggja okkara. Hann fekk bara ilt í rumpuna, tí eingin skifti honum, so tað var synd í honum. Vit ótu mest slikk og drukku sodavatn og fingu ikki døgurða ella matpakka við í skúla. Klæðini hjá okkum blivu ikki vaskað so ofta, og ongin syrgdi fyri, at vit bustaðu tenn og fóru í bað, ella at vit gjørdu skúlating.

Eg havi tað gott hjá míni fosturfamilju. Eg havi tað ikki so gott, tá eg hugsi um, hvussu tað var at búgva heima hjá mínum foreldrum. Tað er sum ein filmur, sum ikki snýr seg um meg. Eg skilji ikki, hvussu eg kláraði tað so leingi.

Onkuntíð vitji eg foreldur míni, tá tey eru edrú. Eg haldi, at tað er órættvíst, at eg havi foreldur, sum drekka. Men tey gera tað, tí tey eru sjúk. Tey klára ikki at lata vera.

Genta 14 ár.