Skip to main content

Útbreiðsla: Ósaskrubba er allan vegin frá Marokko norður í Hvítahavið. Hon er í Eystarasalti, nakað inn í Miðjarðarhavið, runt Bretsku Oyggjarnar og undir Føroyum. Ósaskrubba hevur síðan 1999 verið at fingið á Suðurlandinum í Íslandi. Til USA og Kanada er hon eisini komin, trúliga við barlastvatni.

Ósaskrubba (flundruættin)
Platichthys flesus (Linné, 1758)

Stødd: Ósaskrubba verður upp í 60 cm long, sjáldan longri enn 30 cm.

Dýpi: Ósaskrubba er nær landi, út á 25 metra dýpi, men er tó fingin á umleið 100 metra dýpi eisini. Ósaskrubban er, sum navnið sigur, ofta í ósum og blandingsvatni. Hon fer viðhvørt nakað niðan í áirnar, men livir annars í sjónum.

Litur: Ósaskrubba tekur lit eftir botni, og er oftast myrkabrún við reydligum blettum óregluliga her og har myrkumegin. Fjaðrarnar hava ein farra av reydligum liti. Hvítumegin er hon oftast mjólkarhvít, men er eisini ofta mislitt við litin á bakinum.

Lýsing: Ósaskrubba er høgravendur flatfiskur, men rangar ósaskrubbur eru rættiliga vanligar. Hon hevur eina ryggfjøður frá oman fyri vinstra eyga aftur til klingruna, eina gotfjøður frá gotinum aftur til klingruna. Smáar beinknútur eru fram við festinum á ryggfjøðurini og gotfjøðurini. Myrkumegin eru smáar beinknútur av høvdinum og nakað aftur eftir síðuni við strikuna. Strikan er bert eitt sindur bogin oman fyri uggafjøðurina. Hon hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar. Hon hevur førligan stert. Píkur er við gotið.

Eyðkenni: Veidd nær landi. Tann myrki liturin. Hon skilist væl frá reyðsprøku m.a. á teimum smáu beinknútunum fram við fjaðrafestunum, og at eingin beinkambur er yvir kápuni myrkumegin.

Týdningur: Ósaskrubba hevur nakað av týdningi sum heimaveiða í Føroyum. Á evropeisku marknaðunum verður nakað selt av ósaskrubbu.

da: Skrubbe, en: Fluke – Flounder, fr: Flet commun, no: Skrubbe – Vassflyndre, tý: Butt - Flunder