Skip to main content

Útbreiðsla: Eins og síl, so er ælabogasílið í áum, vøtnum og í sjónum. Upprunaliga hoyrir ælabogasílið heima í norðara parti av Kyrrahavinum, men tað er serliga vælegnað til aling og er tí nú á døgum mest sum um allan heimin. Tað verður alið, og eisini verða tey sett út í ymisk vøtn til frítíðarfiskarar, ella tey sleppa úr alibrúkunum. Ælabogasíl gýtir ikki natúrliga í Føroyum.

Ælabogasíl (laksaættin) 
Oncorhynchus mykiss cant do my homework tab college for creative writing leadership assignments for high school students(Walbaum, 1792)

Stødd: Í Evropa verða tey upp í umleið 80 cm long, men í upprunalondunum kunnu tey verða upp í 120 cm.

Dýpi: Úr vatnskorpuni niður á minst 40 metra dýpi í djúpum vøtnum.

Litur: Hetta sílaslagið er dimt um bakið, ljóst, blankt um síðurnar og hvítligt undir búkinum. Nógvar smáar, dimmar blettir um kroppin, høvdið, stertin og ryggfjøðurina. Eitt ljóst reydligt band er eftir síðunum. Tey, sum liva í sjónum, á enskum nevnd ‘steelheads’, eru blonk sum sjósíl, men reydligi liturin um síðurnar sæst tó væl.

Lýsing: Líkist øðrum laksafiskum. Lítið høvd, stóran stert, eina ryggfjøður, eina fitifjøður, eina gotfjøður. Búkfjaðrarnar eru umleið mitt undir ryggfjøðurini. Uggafjaðrarnar eru niðarlaga fremst á ugganum. Mest sum beina striku aftur eftir síðunum.

Eyðkenni: Reyðvióllitt band eftir síðunum. Nógvu dimmu blettirnir á høvdinum, kroppinum, ryggfjøðurini og á stertinum.

Týdningur: Í Føroyum og Evropa annars hevur ælabogasílið stóran týdning í alivinnuni.

da: Regnbueørred, en: Rainbowtrout – Steelhead, fr: Truite arc-en-ciel, ís: Regnbogasilungur, no: Regnbueørret, tý: Regenbogenforelle