Skip to main content

Orðabókin

Til evnið fólkatalsfrøði hoyra nógv orð og hugtøk. Leita vit í orðabókini síggja vit, at enska orðið fyri fólkatalsfrøði er demography. Her eru nøkur viðkomandi orð um fólkatalsfrøði tikin úr bókini ”Javnstøða” (Nám 2015). Orðini og orðafrágreiðingarnar eru sett inn eftir bókstavaraðnum:

Burðaravlop

Munurin millum tal av føddum og tal av deyðum. Verður eisini kallað natúrligur fólkavøkstur.

Búsetingarháttur

Hvussu fólk er búsett á bygd og í býum. Talan kann vera um meir og minni spjadda búseting á smáplássum og um miðsavnaða búseting á størri plássum.

Býargerð

Býargerð ella urbanisering er ein gongd, har ein veksandi partur av fólkinum flytur av bygd og í bý, og har fólkavøkstur er í verandi og nýggjum býarsamfeløgum. So hvørt kunnu býir eisini veksa saman í stórbýir.

Demografi

Demografi eru vísindini um, hvussu fólkatalið broytist, um burðarviðurskifti og deyða, um tilflyting og fráflyting, og um fólkasamansetingina eftir aldri og kyni. Demografi snýr seg eisini um, hvussu fólkið er staðsett í bygdum, býum og landspørtum. Harumframt fevnir demografiin um, hvussu fólk skipa seg í familjur og húski, umframt um vígslur og um skilnaðir.

Demografiska avbjóðingin

Tann gongdin vit síggja í flestu londum í Evropa og einstøkum øðrum londum, har lutfalsliga størri partar av íbúgvunum eru eldri fólk og pensjonistar í mun til partin av fólki, sum er í arbeiðsfjøldini ella í vinnuførum aldri. Hendan støðan leggur væntandi stórt trýst á almennu fíggingina av vælferðartænastum í komandi árum.

Deyðatíttleiki

Verður oftast roknaður sum tal av deyðum fyri hvørji 1.000 av fólkatalinum. Í ávísum førum sum t.d. í sambandi við livialdur verður deyðatíttleiki roknaður sum tal av deyðum í einum ávísum aldursbólki fyri hvørji 1.000 fólk í sama aldursbólki.

Familja

Tveir ella fleiri persónar í sama húski, ið eru knýtt at hvørjum øðrum við familjubondum, so sum hjún og samlivandi makar, við ella uttan børn, og støk foreldur við einum ella fleiri børnum.

Fátækraváði

Eftir altjóða leisti er markið fyri, nær ein er í fátækraváða, lýst sum 60% av miðinntøkuni í landinum. Miðinntøkan svarar til ta mittastu inntøkuna, sum er tann inntøkan, ið helvtin av landsins borgarum liggja omanfyri og hin helvtin niðanfyri.

Fólkapýramida

Líka so týdningarmikið sum sjálvt fólkatalið – ella enn týdningarmiklari - er samansetingin av fólkinum eftir aldri og kyni. Ein lættfatiligur máti at lýsa hetta er við eini fólkapýramidu. Tað er eitt dupult liggjandi stabbadiagram, vanliga menn vinstrumegin og kvinnur høgrumegin, og aldursbólkar (1-, 5- ella 10-ára aldursbólkar) uppeftir, við teimum yngstu niðast og teimum elstu ovast.

Tríggir høvuðsformar eru:

1 Veksandi, tá botnurin er tann breiðasti og síðani smalkast uppeftir.

2 Støðug, tá skapið fyri allar aldursbólkar er javnt upp móti teimum eldru.

3 Minkandi, tá botnurin er smalari enn tann ovari parturin av pýramiduni.

Serstakar orsøkir kunnu geva fólkapýramiduni heilt óvanligt skap, sum Føroyar á okkara døgum, tá stórur skurður er inn í pýramiduna hjá ungu aldursbólkunum í 20-árunum.

Føðitíttleiki

Verður oftast roknaður sum føðitalið fyri hvørji 1.000 av øllum fólkatalinum. Men tá verður ikki tikið atlit til, hvussu fólkasamansetingin er millum ung og gomul, ella millum kvinnur og menn. Hetta verður gjørt, tá føðitalið verður roknað fyri hvørjar 1.000 kvinnur í burðarførum aldri. Tað verður oftast lýst sum tal av børnum í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.

Húski

Persónar, ið búgva í sama býli uttan mun til, um tey eru í familju ella ikki. 

Livialdur

Livialdur – ella rættari: væntaður miðal livialdur - verður roknaður sum talið av árum, ein persónur í miðal kann væntast at liva, so sum deyðleikin er fyri fólk í øllum aldursbólkum tað árið, sum er grundarlag fyri uppgerðini. Vanligt er at uppgeva væntaðan livialdur fyri 0-ára gomul. Men livialdurin verður eisini roknaður fyri t.d. 15, 50 ella 65 ára gomul og nevnist tá oftast restlivitíð.

Natúrligur fólkavøkstur

Er tað sama sum burðaravlop, t.e. munurin millum fødd og deyð. Hetta er tað, sum fólkatalið hevði vaksið, tá ið til- og fráflyting ikki verður tald við.

Smábarnadeyði

Smábarnadeyðin verður roknaður fyri barnsins fyrsta liviár.

Vælferðarsamfelag

Samfelag, sum við lóggávu, stovnum og vælferðarskipanum veitir øllum sínum borgarum

*trygd fyri grundleggjandi livikorum so sum føði, klæði, býli og heilsubót,

*uppihaldstrygd við barnsburð, sjúku, vinnuloysi, aldurdómi og vantandi inntøku

*fría atgongd til skúla og útbúgving og høvi til mentunarliga menning

Norðurlendska vælferðarsamfelagið er serstakt, við tað at her eru allir borgarar fevndir av somu vælferðarrættindum á høgum støði, fíggjað á samhaldsfastan hátt, oftast yvir skattin.