Skip to main content

Hans Rosling: Don't Panic - The Truth About Popula...

Hans Rosling (1948-2017) var svenskur lækni og professari í altjóða heilsu. Rosling var kendur fyri at greiða frá um trupul hagtøl, sum hann dugdi serliga væl at gera ítøkilig framman fyri fólki.

Í 2006 helt hann fyrilestur á eini ráðstevnu, sum seinni varð víst á TED rásini og á YouTube, so milliónir sóu. Í 2009 varð tann ritbúnaður, sum hann gjørdi at vísa hagtøl, seldur til Google. Í 2010 gjørdi BBC filmin The Joy of Stats um Hans Rosling.

Henda sending varð send við áskoðarum í BBC 7. november í 2013. Heitið er Don't Panic - The Truth About Population.

Her eru tølini, sum sendingin byggir á. 

Uppgávur:

Hugsi tykkum, at tit sita saman við øllum heimsins leiðarum og hyggja at fólkatalinum í verðini, so sum Hans Rosling leggur tey fram. Hvønn týdning hevur tað fyri framtíðina, at fyrilestrahaldarin ber tøl fram, sum øll skilja?

Amerikanski rithøvundurin Mark Twain (1835-1910) hevur sagt: "There are three kinds of lies: lies, damned lies, and statistics." Tosið í felag um henda setningin, og takið støðu til, hvat hetta mann merkja.